Hvalbingar tjena nógv meiri enn í fjør

Í fimm kommunum í Suðuroy vóru inntøkurnar størri fyrra hálvár, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør

Samlað vóru skattainntøkurnar hjá teimum sjey kommununum í Suðuroy umleið 4,6 milliónir hægri fyrra hálvár í ár enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.

Í tveimum kommunum var talan um stóran vøkstur.

Í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um Hvalba og Sandvík, runnu 1,5 milliónir fleiri í kommunukassan fyrra hálvár sammett við fyrra hálvár í fjør. Talan er um vøkstur upp á 15,6 prosent.

 

Í Vágs kommunu var lutfalsligi vøksturin 10,7 prosent, sum svarar til 1,97 milliónir krónur.

 

Á Tvøroyri var vøksturin 3,58 prosent ella 974 túsund krónur, í Porkeri var hann 6,51 prosent ella 270 túsund krónur, og í Sumba var hann 58 túsund krónur ella 1,36 prosent.

Í tveimum kommunum í Suðuroy var skattainntøkan fyrra hálvár lægri, enn hon var fyrra hálvár í fjør.

Í Fámjin var afturgongdin 5,45 prosent ella 76 túsund krónur, og í Hovi var afturgongdin 90 túsund krónur ella 5,33 prosent.

 

Miðal vøksturin í kommunuskattinum í øllum landinum var fyrra hálvár í ár 7,04 prosent.