Hvalvík og Streymnes betri bátahyl

- Vit hava betrað um bátahylin í Hvalvík í stigum, og nú er grótarbeiðið mest sum liðugt, sigur Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu

HVALVÍK/ STREYMNES

Bátahylurin í Hvalvík, sum serliga fólk í Hvalvík og Streymnesi brúka, er nú útbygdur, og hylurin er vorðin nógv kyrrari á landnyrðingi eystri, sum var keðiligasta ætt fyri bátarnar í hylinum.
Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu, sigur, at arbeiðið er gjørt í stigum yvir eini trý ár, soleiðis at hetta ikki legði ov stórar byrðar á kommunala pengapungin.
- Nú er grótarbeiðið mest sum liðugt, men brúgvarnar eru eftir. Vit hava ikki endaliga gjørt av enn, um talan verður um at leggja nakrar brúgvar út aftrat – ella um talan verður um fastar brýr. Tá hetta arbeiði er gjørt, er hylurin perfektur, sum hann tekur til.
Trygvi K. Joensen sigur, at hylurin er vorðin væl størri, eins og arbeiðið, sum nú er gjørt, ger hann nógv kyrrari.
- Tað ljóðar kanska løgið at tosa um ókyrru í Sundalagnum, men hylurin kundi gerast ókyrrur, tá hann lá á landsynningi eystri.