Sune Jacobsen, Sørvágur
Gjørdi A.K. hetta fyri at yvirliva politiskt bæði á føroyskum og donskum tingi, ella arbeiðir hann í tí stilla við onkrum, sum vit ikki vita um?
Meðan vit bíða
Av tí at eg eri óvitandi um, hvat A.K. møguliga arbeiðir við, og tunnilin til Norðoyar verður tikin í nýtsla um stutta tíð, fari eg at heita inniliga á tykkum har norðuri um at virka fyri, at broytingar verða gjørdar í viðtøkunum fyri báðar undirsjóvartunlarnar. Saman kunnu tingfólkini í Norðoyggjum og Vágum gera hetta, bert viljin og hegni er til staðar.
Alt klínt uppí
Upprunaliga var ætlanin við Vágatunlinum, at landið skuldi fíggja ein part av íløguni, meðan brúkaragjaldið skuldi fíggja restina. Síðani er alt møguligt klínt upp í brúkaragjaldið. Fyri tað fyrsta var allur meirkostnaðurin av tunnilsgerðini smurdur upp á nýtslugjaldið. Tað verður hann eisini hjá tykkum har norðuri, um røttu viðkomandi ikki tala at, og gera nakað munagott. Fyri tað næsta er landsvegalógin sett úr gildi fyri tunlarnar báðar.
Eingin landsvegalóg galdandi
Korir tú vestur í Vágar, skal tú gjalda fyri íløguna av 300 m. av vegi og brúnni fram til tunnilsmunnan Streymoyarmegin. Koyrir tú hinvegin eftir sama strekki til Kvívíkar ella Vestmanna, skalt tú einki gjalda.. Og ikki nóg mikið við tí. Tú skalt gjalda fyri viðlíkahald,asfaltering og kavarudding líka til tunnilin einaferð er goldin.
Inni í tunlinum skalt tú umframt tað, sum áður er nevnt, gjalda fyri ljósið undir loftinum, og út aftur komin Vágamegin skalt tú gjalda fyri íløguna,viðlíkahald,asfalterin og kavarudding av 2 km. av vegi til tunnilin er goldin.
Hvussu ber tað til
Um tað var av gáloysni ella við beráddum huga, skal eg ikki gita um, men tað er ein sannroynd, at tá viðtøkurnar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vóru samtyktar á tingi,stóð, at vegir, brýr og tunlar verða ikki partar av landsvegnum (løgtingslóg nr.51 frá 25.juli 1972 um landsvegir) Hetta er ótrúligt. Alt landsvegakervið, tað veri seg el-steyrar,asfalterin og kavarudding er umfatað av landsvegalógini, men ikki Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Hvørja ávirkan hevur tunnilin havt.
Fyri nøkrum døgum síðani var ein temadagur í Vágum, har nøkur útvald vórðu boðin at viðgera, hvørja ávirkan tunnilin hevði havt fyri økið. Seinni um dagin var almennur fundur í bygdarskúlanum í Miðvági, har sama evni var til umrøðu.
Stutt kann sigast, at meðan fólkavøksturin í Føroyum frá 2002-2005 hevur verið 1%, er hann yvir 4% í Vágum .
Hvat kundi verið øðrvísi
Tað, sum eg fegnaðist mest yvir,var,at 20% av teimum, sum koyra um sundið hava fast hald. Tað vil siga, at hetta eru í høvuðsheitum fólk, sum búgva í Vágum, og arbeiða aðrastaðni. Vit vita eisini, at fleiri familjur, sum hava verið uttanlands í lestrarørindum, hava búsett seg í Vágum, sjálvt um tey arbeiða í Havnini.
Fyri at styrkja um hetta, at fólk, sum arbeiða aðrastaðni, búseta seg í ávikavist Vágum ella Norðoyggjum, hevði tað verið ómetaliga skilagott at sett fasta mánaðargjaldið frá 1000kr. niður í 500kr., og hetta hevði neyvan kostað tunlinum eitt oyra, tí sum er, koyra í fleiri førum fleiri í sama bili, og tað er ikki ein nøktandi varandi loysn.
Áheitan
Tí skal mín áheitan til tykkum har norðuri verða:
Arbeiði fyri at løgtingslóg nr.51 frá 25.juli 1972 um landsvegir verður sett í gildi fyri tunlarnar báðar.
At mánaðarliga gjaldið verður sett úr 1000 kr. niður í 500 kr.
At umsitingin av tunlunum,sum nú húsast á Skansavegi 7 í Tórshavn, antin verður flutt í Norðoyggjar ella í Vágar.
Hetta hevði verið eitt risastig á leiðini, meðan vit bíða eftir endaligu loysnini hjá Anfinn Kallsberg.
sune@post.olivant.fo