Hvar eru Føroyar í norrønum samstarvi?

Tíðindaskriv

 

Norrøna Felagið í Føroyum

???????????????????????




Hósdagin fer Norrøna Felagið í Føroyum undir limatiltøkini fyri komandi veturin. Fram til ársskiftið verða fundir felagsins í Listaskálanum. Eftir ársskiftið verða fundirnir í Norrøna Felagnum í Norðurlandahúsinum.

Lagt verður fyri hósdagin, tá teir báðir politikararnir Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum og Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum greiða frá arbeiðnum í Norðurlandaráðnum. Fundurin verður í Listaskálanum mikukvøldið klokkan 19:30, har høvi verður at kjakast um karmar og úrslit úr føroyskari umboðan í Norðurlandaráðnum.

Síðst í hesum mánaðinum fer Norðurlandaráðið at hava fund í Keypmannahavn, har sonevnda "Vísmanna-frágreiðingin" verður viðgjørd. Jóannes Dalsgaard umboðaði Føroyar í norrøna vísmannabólkinum, sum undir heitinum ?Öppet för världens vindar?, hveur latið eina áhugaverda frágreiðing úr hendi. Vísmannafrágreiðingin vísir á ikki færri enn 78 ítøkilig uppskot at broyta, styrkja, ella endurnýggja norrøna samstarvið.

Samstundis hevur Foreningene Nordens Forbund, sum er samskipanin av norrønu feløgunum í øllum Norðanlondum, givið út ritið "Norden i tiden og verden?. Her verður fólksliga norrøna samstarvið greinað og nevnd verða 27 uppskot um ábøtur á hesum øki. Millum annað at styrkja Útnorður og at viðgera sonevndu nær-økini av nýggjum. Sum er, verða Kolanesið, Sankta Pætursborg og Baltisku londini mett sum norrøn nærøki.


Fimmti ár

Bæði Norðurlandaráðið og Norrøna Felagið í Føroyum fara um tey fimmti í vetur. Hin 19. november verða fimmti ár síðani Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í Sjónleikarahúsinum í Havn. Fyrsti formaður í felagnum var Heðin Brú.

Fimmti ára hald felagsins verður í Müllers Pakkhúsi í Havn leygardagin hin 17. november, m.a. við framsýning av brævaskiftinum, sum í 1951 elvdi til stovnanina av einum sjálvstøðugum norrønum felagi í Føroyum. Høgni Hoydal, sum er landstýrismaður í norðurlandamálum, fer at halda røðu við hetta høvi.

Fimmti ára haldið hjá Norðurlandaráðnum verður við ymsum tiltøkum í øllum Norðanlondum út á várið 2002, millum annað einum filmi, sum ungi grønlendski filmsleikstjórin Inuk Silis Høgh stendur fyri. Við í filminum, sum vendir sær til ung, er Sára úr Vestmanna. Saman við øðrum norrønum ungdómum hevur hon verið umborð á víkingaskipinum Gaia í Noregi, har filmurin er tikin.

Øll kunnu gerast limir í Norrøna Felagnum í Føroyum, sum í løtuni hevur 300 limir. Í felagsnevndini sita nú: Birgir Kruse formaður, Heðin M. Klein næstformaður og nevndarlimir eru Bárður Jákupsson, Hallstein Sigurðsson og Jórun Simonsen.