Ringa veðrið, sum hevur verið kring landið í dag er ikki farið framvið enn. Landsverk boðar frá nógvum vindi á heimasíðuni, og koyrilíkindini eru ikki tey bestu í kvøld.
Um Høgareyn er hvassur vindur, og í hvirlunum upp til 25 m/s.
Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er skrið, og í hvirlunum upp til 35 m/s.
Á Porkerishálsi er hvassur vindur, og í hvirlunum upp til 28 m/s.
Eisini kann roknast við hálku um Høgareyn.
Fá meira at vita um veðrið á heimasíðuni hjá Landsverki við at trýsta her