Í góðveðrinum leygardagin, ímeðan onnur hildu vikuskifti, var tingfundur, og tað gekk harðliga fyri seg.
Í fríggjakvøldið hugnaðu tingmenn og landsstýrismenn sær í jólaborðhaldi. Tingfundurin, sum var niðurlagdur eftir klokkan fýra fríggjadagin, varð tikin uppaftur klokkan 10 leygarmorgunin og orðaskiftið var hvast.
Serliga hart var orðaskiftið, tá ið Løgtingið viðgjørdu uppskotið hjá landsstýrinum at stytta freistina at útskriva val úr seks og niður í fýra vikur.
Tjóðveldið var á gosi, og fleiri av tjóðveldismonnunum ákærdu samgonguna fyri valdsmisnýtslu og at lóggeva bara sær sjálvum til fyrimunar.
- Talan er um at vanvirða fólkaræðið og talan er einki annað enn um at tiltuska sær eyka tíð at ráða í, bóru teir í Tjóðveldinum fram.
Samgongumenn við løgmanni á odda vardu seg við, at tingið er fult arbeiðsført, inntil nýtt ting er valt, og tað vil siga inntil 19. januar.
MYND AV TINGINUM
Orðaskiftið var hvast leygarmorgunin og serliga var Tjóðveldið á gosi