Hvat bagir Rolf Guttesen?

Út er komin bók, skrivað av Anju Andreassen, um Sambandsflokkin, sum heldur 100 ára føðingardag í ár. Eg vil nýta høvi at ynskja flokkinum til lukku við teim 100 árunum

Jógvan Sundstein

Eg vildi bara ynskt, at høvi var eitt annað. Orsøkin til at eg taki til orðanna er grein í Sosialinum av Rolf Guttesen, sum nýtir eina yvirskrivt til at niðurgera Jóannes Patursson. Fyrst av øllum er at siga, at Anja Andersen helst hevur meint tað, at »tað hevði verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson«. Tað skerst jú ikki burtur, at høvuðsorsøkin til alla framgongd í Føroyum hevur verið sjálvstýris- og sjálvbjargnishugsjónin. Her var Bóndin jú ein høvuðspersónur líka til sín deyðadag í 1946. Men harfyri kann sjálvandi eisini nógv vera at skriva um Sambandsflokkin í eitt so langt tíðarskeið sum 100 ár.
Tað er torført at vita, hvat Rolf Guttesen í veruleikanum vil við síni óstortsligu grein og óvandaðum orðalagi. Hann byrjar við at siga, at Sosialurin letur eina grovheit sleppa ígjøgnum. Er tað ein grovheit at nevna Jóannes Patursson? Hann er jú júst ein mótsetningur til tann »realistiska« og »skikkiliga« Sambandsflokkin.
Men persónurin Jóannes Patursson sær út til at vekja nakrar haturskenslur í Rolf Guttesen. Eg veit ikki hví, men tað, sum hann letur skína ígjøgnum, er, at hesin persónur er heilt skeivt viðgjørdur søguliga, av teim, sum higartil hava skrivað føroyska søgu. Eg kann ikki gera við tað, men eg komi at hugsa um Hans J. Debes, sála, tað skikkiliga menniskja. At til dømis hann skal hava »forvanskað« søguna um Jóannes Patursson, tað fær eingin, og serliga ikki Rolf Guttesen, meg at trúgva.
Men Rolf roynir við nøkrum glepsum at seta søguligu myndina uppá pláss. Nøkur dømi:

»Tíverri er eingin søgumaður, mær vitandi, sum hevur sett handan reaktionera bóndan uppá pláss.«
»Hann var ein miðaldarleivd«. »Í 1930unum var hann nazi-vinur«. »Hann dróg norskar nazistar til Føroya«.

Síðani verður drigið fram, at Jóannes skrivaði grein um »striden og jord på Færøyane« í eini árbók, sum hann sigur var fascistavinarlig. Harafturat skal hann lastast fyri, at (aðrir) nazistar hava skrivað í somu árbók.
So kemur ein kryptisk viðmerking um, at JP var ikki einsamallur, hvørki tá ella seinri. Hvussu hetta skal skiljast veit eg ikki, men neyvan positivt.
Seinasta viðmerkingin um, at bóndin í Kirkjubø var konservativur, er helst negativt meint. Men í mongum førum er tað ein heiður at vera konservativur.
Rolf endar við at siga, at »ríkiligt svass er skrivað um nationalismuna í Føroyum«. Ein skal vanda sær um orðini, so eg fari ikki at siga nakað um tað, sum Rolf hevur skrivað millum ár og dag, men eg veit, at hevði tjóðskaparrørslan (nationalbevægelsen, ikki nationalisman) ikki fingið høvdið fyri seg í Føroyum, so hevði verið illa vorðið.
Nei Rolf Guttesen, tað loysir seg ikki at loypa upp í illsinni, bert tí tú sært eitt navn, tær ikki dámar, í eini yvirskrivt, og so koma við úttalilsum, sum bæði eru ófantalig og niðurgerandi. Tey siga meiri um persónin, sum skrivar, enn um tann, sum verður álopin.