Sonja Jógvansdóttir varð firtin í Løgtinginum í gjár, tá ið Løgtingið umrøddi eitt uppskot frá samgonguni um at hækka inngjaldið í Samhaldsfasta - og útgjaldið úr honum til pensjónistar.
Ætlanin er, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal skerjast 580 krónur um mánaðin, men afturfyri skal viðbótin, sum er skattskyldug, hækka, og harafturat skal gjaldið úr Samhaldsfasta eisini hækka 800 krónur um mánaðin.
Jørgen Niclasen helt eina røðu, har hann tosaði um, hvat samgongan tekur frá pensjónistum við at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
Hann vísir á, at grundupphæddin í fólkapensjónini er skattafrí. Men tað, sum verður goldið inn í Samhaldsfasta, eru skattaðir pengar, og so skulu pensjónistar eisini rinda skatt av útgjaldinum.
Sostatt verður peningurin til pensjónistarnar, skattaður tvær ferðir, tí hann verður skattaður bæði við inngjald og við útgjald
Hetta fekk ilt í Sonju Jógvansdóttir
- Eg haldi, at Jørgen Niclasen skuldi "hildið sín turra munn" ístaðin fyri at tosa um at taka frá teimum, sum ikki hava.
- Er tað nakað, hann hevur staðið á odda fyri, alt sítt politiska lív, er tað at taka frá teimum, sum hava lítið.
- Tað er eingin, sum hevur megnað at tikið so nógv frá fólki, sum liggja lágt, sum akkurát Jørgen Niclasen. Og rokningin verður goldin hvønn, men tann stóra rokningin verður goldin um 20-30 ár og hon skal rindast av teimum, sum Jørgen Niclasen nú stendur og grætur um.
Her sipar hon uttan iva til avgerðina um at forskatta pensjónirnar. Útrokningar hjá Føroya Arbeiðarafgelag vísa, at verkafólk fara at fáa einar 1500 krónur minni í pensjón um mánaðin av tí sama, enn tey annars høvdu fingið eftir teirri vanligu skipanini.
- Hvat billar tú tær inn, spurdi Sonja Jógvansdóttir, Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen heldur, at tað verður ringt at svara siðiligt til slíkt. Hann heldur at hetta er niðurgerðing og tað, sum Sonja Jógvansdóttir førir fram er ikki politikkur.
- Tað er hatur og tað hoyrir ikki heima á Føroya Løgtingi, segði Jørgen Niclasen.