Hvat er barnalesnaður?

Las grein av A. Guttorm Djurhuus, “Hví Bíblian ikki er barnalesnaður. ”Eg kenni ikki Gottorm, men allarhelst er hann væl lisin maður. Tí kundi eg hugsa mær at spurt hann nakrar spurningar:

1. Er føroya søga barnalesnaður?

2. Eru íslendsku sagarnar barnlesnaður?

3. Er verðinssøgan barnalesnaður?

4. Kunnu børn hoyra týðindi í útvarpi?

5. Kunnu børn síggja týðindini í sjónvarpi?

6. Er Anders Dunna barnalesnaður?

 

Hetta hevði verið áhugavert at fingið at vita. Vónandi fyllir hetta líka nógv í bløðunum sum øll endurgevingin av Bíblini gjørdi. Hetta kundi kanska eisini verið eitt gott hugskot til eina byrjan uppá eina Pedagogy Encyclopedia by A.Guttorm Djurhuus.