Hetta fer lutvíst fram við styttri og longri uppleggum frá serfrøðingum og vegleiðarum frá ymsu útbúgvingunum og londum, partvíst við »básum« við møguleika fyri individuellari vegleiðing.
Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, sum hava áhuga fyri útbúgving.
Um dagin er er tiltakið fyri teimum, sum ganga síðsta árið á miðnámsskúlu,m, o gum kvøldið er tað ein tilsvarandi skrá fyri øll útbúgvingaráhugað, bæði tannáringum o gungum, sum eru farin úr skúlaskipanini, men sum nú heldur, at tíðin er komin at fara undir eina víðari útbúgvng, annaðhvørt her ella aðrastaðni.
Í ár er tað 10. ferð á rað, at hett atiltakið verður hildið við góðari úrtøku fyri tey ungu, sum hava brúk fyri íblástri og vegleiðing til at finna »røttu« útbúgvingina.
Tað er Lestravegleiðarafelagið, MFS, næmingaumboð og Altjóða Skrivstovan, sum stendur sum fyriskipari av MÚ, sum Markleys Útbúgving ofta verður stytt til.
Tiltakið hetta skúlaárið verður hósdagin 6. september í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19:30 og er fyri øll.
Kvøldskráin er fyri øll áhugað – eisini foreldur – sær soleiðis út:
Aftenprogrammet for alle interesserede – også forældre - ser således ud i år:
MARKLEYS ÚTBÚGVING, 6. SEPTEMBER 2012, KVØLD Í NORÐURLANDAHÚSINUM
Skálin/BankNordik Norðurstova/FT Eysturstova/Statoil Vesturst./Sagex
19.30 Danmark Avstralia og Nýsæland Vinnuháskúlin Føroya Handilsskúli
20.00 Stóra Bretland Studni Ísland Frakland
20.30 Lestrarbudget og bankaútbúgving F.F. Søgu- og samfelags- og føroyamálsdeildin MFS Týskland
21.00 Sjúkrarøktarfrøði, KT og lívfrødi. NVD University of Nottingham Ningbo, Kina Tekniski Skúlin Norra
21.30 USA/Amerika F.F. lærara- og pedagogskúlin Medisin í Polandi Altjóða Skrivstovan
Hovedsponsor: BANKNORDIK
Vh
Bjørg og Holger
Spurning 1
Hey
Eg ætli mær at supplera mítt studentsprógv. Kunnu tit greiða frá, hvat tað vil siga at vera stakgreinalesandi og at vera sjálvlesandi á HF ? Hvat vilja tit mæla til, at eg velji? Hvussu skal eg melda meg til? og nær skal eg gera tað?
Takk fyri xxx
Svar til spurning 1
At vera stakgreinalesandi inniber, at tú skalt fylgja undirvísing og gongur í skúla undir somu treytum sum fulltíðarlesandi = tú skalt møta til undirvísing, og tú skalt avleverað kravdar uppgávur. Til próvtøkuna fert tú upp í reducerað pensum, sum hini ið hava fylgt undirvísing. Tú skal venda tær til lestrarvegleiðingina á tí skúlanum, har tú ynskir at vera stakgreinalesandi, og skal hetta vera í seinasta lagi 1. septembur. Upptøkan er treytað av, at pláss er eftir.
At vera sjálvlesandi vil siga, at tú ikki fylgir undirvísing/tú lesur sjálv, men tú verður knýtt at einum lærara, sum vegleiðir teg í tilsaman 3 tímar. Til próvtøkuna fert tú upp í fullum pemsum. Ynskir tú hetta, skalt tú eisini venda tær til lestrarvegleiðingina á tí skúlanum, har tú ynskir at vera tilmelda. Hetta kanst tú gera fram til 22.februar 2013.
Hvat er tað besta fyri teg at velja, fáa vit ikki svara uppá, tí tað er sera individuelt, hvat riggar best. Set teg í samband við ein lestrarvegleiðari.
Vinarliga Holger og Bjørg
Spurning 2
Hey tit bæði
Eg eri ein 19 ára gamal drongur, sum bleiv liðugur við 10.flokk fyri tveimum árum síðani. Síðani tá havi eg arbeitt. Nú havi eg fingið hug at ganga í skúla aftur, og eg ætli mær at søkja inn sum HF-næmingur næsta skúlaár. Mítt 9. og 10. flokks prógv er onki at rópa hurra fyri, og eg havi hoyrt, at fleiri í ár ikki eru sloppin inn á HF vegna ikki nóg góð prógv. Hvat kann eg gera fyri at betra um mínar møguleikar at sleppa inn á HF?
Heilsan yyy
Svar til spurning 2
Treytirnar at sleppa á HF eru, at umsøkjarin skal vera minst 17½ ár, hava eitt 9.flokks prógv og eitt 10.flokks prógv í skrivligum og munnligum føroyskum og donskum. Harumframt skal umsøkjarin hava umleið próvtalið 8 í miðal í fakunum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Um tú ikki hevur tað, vilja vit mæla til, at tú fert til próvtøku av nýggjum. Hetta kanst tú gera antin við at lesa sjálvur og melda teg til próvtøku, ella kanst tú melda teg til relevant fak á kvøldskúlanum og fylgja undirvísing har.
Vinarliga Holger og Bjørg