Púra óvæntað er franska Lyon í hálvfinaluni í Champions League. Teir vunnu fyrst á Cristiano Ronaldo og Juventus, og í kvøld vunnu teir á Raheem Sterling og Manchester City. Júst Raheem Sterling brendi ein ordans direktør við støðuni 2-1 móti dystarenda.
Lyon vísti seg aftur frá síni sterku síðu í dag, meðan avbjóðingarnar hjá Manchester City og venjaranum, Pep Guardiola, komu aftur til sjónar í kvøld. Manchester City vardi við verjuni frammi á miðjuni.
Tað kostaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Maxwel Cornet sendi bóltin í eitt rímiliga tómt mál, eftir at Ederson kom út úr málinum, og verjan náddi ikki at renna afturvið. Tað bleiv kannað av VAR fyri rangstøðu, men so var ikki.
Manchester City setti seg á dystin í seinna hálvleiki og aftaná 69 minuttir javnaði Kevin De Bruyne, eftir frálíkt uppspæl frá Raheem Sterling. Nú var líkt til at Manchester City fór vinna, tí spælararnir hjá Lyon tóktust troyttir. – Hetta vinnur Manchester City, tí Lyon hevur ikki nakað at standa ímóti við, segði Carsten Werge, frásøgurmaður á TV3+.
##med2##
Lyon fann tó orku í reservatanganum. Bæði eina og tvær ferðir vóru teir nær við at sleppa leysir móti málinum, og triðju ferð eydnaðist tað og Moussa Dembele skoraði til 2-1. Síðani kom mest avgerandi løtan í dystinum.
Fýra minuttir fyri tíð fekk Raheem Sterling bóltin serveraðan fyri føturnar frammanfyri einum tómum máli. Úr fýra ella fimm metrum kláraði hann onkursvegna at skjóta uppum. Hann náddi illa nokk at iðra seg, so staðfesti Moussa Dembele sigurin við máli til 3-1, tá hann sendi ein retur í málið. Lyon skal nú spæla móti Bayern Munchen í hálvfinaluni.
##med3##
Champions League fjórðingsfinalur:
Manchester City – Lyon 1-3 (0-1)
0-1 Maxwel Cornet, 24
1-1 Kevin De Bruyne, 69
1-2 Moussa Dembele, 79
1-3 Moussa Dembele, 87
FC Barcelona – Bayern Munchen 2-8 (1-4)
0-1 Thomas Muller, 4
1-1 David Alaba, 7 sjálvm
1-2 Ivan Perisic, 22
1-3 Serge Gnabry, 28
1-4 Thomas Muller, 31
2-4 Luis Suarez, 57
2-5 Joshua Kimmich, 63
2-6 Robert Lewandowski, 82
2-7 Philippe Coutinho, 85
2-8 Philippe Coutinho, 89
Atalanta – PSG 1-2 (1-0)
1-0 Mario Pasalic, 27
1-1 Marquinhos, 90
1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2
RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)
1-0 David Olmo, 50
2-1 Joao Felix, 71 br
2-1 Tyler Adams, 88
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Lyon - Bayern Munich
RB Leipzig – Paris Saint-Germain