John Johannesen, Javnaðarflokkur:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Ja, sjálvandi skal hann tað. Har eru so nógvar ákærur, sum Dagmar førir fram, at tær ikki mugu sleppa at hanga í luftini ósvaraðir.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Løgmaður eigur sambært stýrisskipanarlógini at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, og tað trúgvi eg eisini at hann hevur. Men málið hevur nú fingið eina aðra vend, og snýr seg ikki longur um koyripengar sum tað upprunaliga gjørdi. Eg haldi at málið má kannast so mikið, at ákærurnar vera staðfestar ella at Bjarni reinsar seg fyri teimum.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Nú segði eg, at tað er uppgávan hjá løgmanni at halda eftirlit við landsstýrismonnunum, og tað fer hann eisini at gera hesaferð.
Jógvan við Keldu, Fólkaflokkurin:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Sum er kenni eg ov lítið til málið, at eg fari ikki at úttala meg um tað.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Út frá tí, sum eg kenni til, so er tað reint prinsipielt lítil nytta í at reinsa seg. Tað er tað sum eg kann siga um tað.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Út frá tí, sum eg higartil kenni til málið, so fari eg so avgjørt ikki at leggja tað fyri landsstýrismálanevndina.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Mítt svar til tað er, at eg taki fult undir við tíð, løgmaður alment boðaði frá í Útvarpinum á miðdegi í gjár. Tað niðurstøðuna respekteri eg, og taki eg til eftirtektar.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Eg kann bara staðfesta, at Framtaksgrunnurin ikki handlaði sum Bjarni Djurholm segði. Um hann skal reinsast ella ikki, verður upp til hann, men hetta við pástandi móti pástandi vísir seg at rigga illa.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Nei, tað fari eg ikki.
Alfred Olsen, Sambandsflokkurin:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Ja, tað haldi eg hann átti.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Ja tað meti eg.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Nei, tað fari eg ikki.
Bill Justinusen, Miðflokkurin:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Ja, skuldsetingarnar eru so mikið álvarsligar, og siga tær, at landsstýrismaðurin er farin langt út um sínar heimildir, so tað má løgmaður taka upp.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Tað má hann, um hann meinar nakað við afturvísingunum.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Tað er ov tíðliga til at taka støðu um tað, tí nú bíða vit øll eftir, at løgmaður fer at gera tað hann eigur at gera.
Torbjørn Jacobsen, framsøgumaður í Tjóðveldisflokkinum:
Skal løgmaður taka málið við Bjarna Djurholm og Dagmar Joensen upp?
- Løgmaður eigur at taka málið upp, tí tað er hansara skylda sambært stýrisskipanarlógini, at hava eftirlit við sínum landsstýrismonnum.
Skal Bjarni Djurholm reinsa seg fyri ákærunum?
- Sum málið stendur beint nú, hevur Bjarni Djurholm havt allar møguleikar at reinsa seg, men tá hann ikki hevur gjørt tað nú, trúgvi eg neyvan at hann fer at gera tað.
Fert tú at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina?
- Í øllum londum vit vanliga samanbera okkum við, er tað uppgávan hjá einum statsministara at taka slík mál sum hesi upp, og tað er eisini tað vit bíða eftir í løtuni