Jura er ikki ein spurningur um rættvísi. Tað er kynstrið at argumentera fyri síni søk. Men sama regla nýtist ikki at galda innan ítróttin
Eitt: Tvær ferðir hetta kappingarárið hava vit upplivað, at dystir í føroysku hondbóltselituni eru avgjørdir á pappírinum. Stóru tapararnir í tí spælinum hava verið menninir hjá Kyndli og kvinnurnar hjá VÍF – hóast Neistin var felagið, sum tapti ta kæruna.
Tað er altso ikki nóg gott heimaarbeiði í leiðslunum hjá feløgunum, tá mistøk av hesum slag koma fyri. Feilir vilja altíð henda, har menniskju eru íblandað, men akkurát hetta slagið av feilum eru teir, sum fyri alt í verðini ikki mugu íkoma.
Tvey: Í báðum førunum hevur talan verið um mál, sum á ongan hátt kunnu metast sum tilætlað ella sum ein roynd at vinna ítróttarligan fyrimun. Kappingarreglurnar og siðvenjan at døma eftir hesum eru tó eirindaleys, og enn einaferð mugu vit spyrja, um tað ikki er upp á sítt pláss, um møguleikin fyri øðrum enn deyðarevsing – at tapa dystin – verður reistur. Gjarna við eini bót, sum merkist, tí helst skal hetta ikki kunna gerast til stuttleika.
Í dag kunnu býtt og óneyðug – men meinaleys – mistøk fáa mest sum fatalar ítróttarligar avleiðingar. Og tá stendur revsingin altso ikki mát við brotið. Hartil hava hesi bæði málini og onnur við víst, at tørvur er á eini gjøllari gjøgnumgongd og dagføring av hondbóltslóggávuni, so juridiska togtoganin ikki longur kann sleppa at seta dagsskránna.
Trý: Hetta er ikki fyrstu ferð, og neyvan er tað seinasta ferðin heldur. Tá nevndu býttisligu og meinaleysu mistøkini geva harðastu møguligu revsingina, so er skjótt hjá úrslitafokuseraðum ítróttaleiðarum at freistast til at gloyma øll prinsippir og fagurt tos um fair-play, góðan ítróttaanda og onnur vøkur orð, sum ikki finnast í kaldari jura.
Argumentini fyri føgru orðunum ella kalda lógartekstinum skifta alt eftir, hvat tænir endamálinum best, og tá er skjótt, at virðingin líkasum fánar nakað langt burtur. Tað setir krøv til format og sømiligheit at virka sum leiðari innan ítróttin. Treyðugt so man okkurt mistakið henda, men væl signaðu hugsið um, at tit umboða eitt feløg við upp til hundraðtals íðkandi ungdómum.
Er tað veruliga so, at muran, ið vit vilja leggja í hesi, er, at sigurin skal vinnast fyri ein og hvønn prís. At tað skal leitast við lykt og luppi eftir teimum minstu umsitingarligu mistøkunum, sum kunnu geva kanska avgerandi fyrimunin? So væl gagnist.
Klumma
Jákup Mørk, 9. feburar 2015, ÍtróttarSosialurin
ES: Skrivað undan finalunum um vikuskiftið. Vónandi fingu vit ellivu spennandi og undirhaldandi dystir, har gleðin og spenningurin um sjálvt hondbóltsspælið var í fokus.