Hvat hildu luttakararnir?

Vit hava sett nøkrum av luttakarunum á listastevnuni fyri ung 2004 nakrar spurningar

BARBARA VANG ? 13 ár úr Havn
? Hvøjum verkstaði hevur tú verið á?
? Eg havi verið á skriviverkstaðnum.

? Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
? Mær hevur dámt sera væl. Hugnakvøldið var ordiliga gott. Tað hevur eisini verið spennandi at læra nýggj fólk at kenna.

? Hvat hevur tú fingið burturúr?
? Eg havi lært okkurt nýtt um skriving, tað havi eg. Og so eri komin at kenna fleiri fólk.

? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
? Nei, tað manglar. Tað burdi verið fleiri møguleikar.



BIRITA Í DALI ? 16 ár úr Havn
? Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
? Eg havi verið á skriviverkstaðnum.

? Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
? Mær hevur dámt væl. Tað hevur verið spennandi at skriva. Vit skrivaðu leikin til sjónleikaraverkstaðin, tað dámdi mær ordiliga væl.

? Hvat hevur tú fingið burturúr?
? Eg lærdi nógv av at skriva handan leikin. Og at arbeiða saman við fólki, sum hava aðrar meiningar. Havi fingið nógv burturúr.

? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
? Nei, tað átti at verið meiri. Og hendan stevnan átti at vart í eina viku, ikki bert eitt vikuskifti.



FINN HARALDSEN ? 15 ár úr Havn
? Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
? Sjónleikaraverkstaðnum.

? Hvat hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
? Tað hevur verið mega stuttligt. Sera læruríkt!

? Hvat hevur tú fingið burturúr?
? Eg havi lært nógv. Vit hava roynt alt møguligt, sum eg ikki havi roynt fyrr, t.d. fleiri mátar at upptraðka. Men vit vóru kanska eitt sindur for nógv á holdinum, í mun til talið av rollum í leikinum, sum skriviverkstaðurin skrivaði til okkum.

? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
? Tað veit eg ikki ordiliga, tað kundi kanska verið meiri. Eg haldi í øllum førum, at listastevnan skuldi verið longri. Arbeiðstíðin er ov stutt, tá tað bara er eitt vikuskifti. Kanska kundi hon eisini verið fleiri ferðir um árið.



JÁKUP LÜTZEN ? 15 ár úr Havn
? Hvørjum verkstaði hevur tú verið á?
? Eg havi arbeitt við tónleiki.

? Hvussu hevur tær dámt stevnuna Ung 2004?
? Mær hevur dámt væl at arbeitt saman við øðrum. Og at vit hava funnið uppá alt sjálvi, uppá so stutta tíð.

? Hvat hevur tú fingið burturúr?
? Eg havi lært nógv, t.d. at gera løg. Havi eisini roynt okkurt, sum eg aldrin havi roynt fyrr. Eg havi upptraðkað við rocktónleiki og sungið á konsertini. Vanliga spæli eg elektriska violin.

? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði?
? Nei, tað er ikki heilt nøktandi. Ella... eg veit ikki, tað eru nokk nógv tilboð, men kanska man bara skal taka seg saman og fara til tey.