Isolasjón ella einsemi er tengt at vánaligum ferðasambandi.
Vit vita í dag, at familjur í Føroyum búgva ymsa staðni kring landið. Hugurin at ferðast og vera saman við sínum kæru er nógv størri, enn møguleikin fyri at útynna hetta í verki. Aloftast eru tað vánaligu ferðaleiðirnar ella – sambondini, sum halda einum aftur.
Eitt nú eru føroyingar tilvitaðir um virðini í at útbúga seg, tað eru bæði kvinnur og menn, men ofta førir tað við sær, at ein má ferðast millum bygd og bý fyri at røkja dreymastarvið ella starvið, tú fekk, sum hóskaði til tín førleika. Tað er nú einaferð so, í einum mordernaðum, sentraliseraðum landi sum Føroyum, at flestu størvini eru í stórbýunum, her serliga í Havn. Tað merkir, at nógv fólk mugu koyra ella sigla langa leið til arbeiðis ella í skúla. Flestu útbúgvingarmøguleikarnir eru eisini savnaðir í Havn, sum nátúrligt er, tí Havnin er jú okkara høvuðsstaður. Politikarar hava ábyrgd av, at fólk kunnu búgva, har tey vilja, og ikki har tað er høgligast at sleppa til arbeiðis. Tað er trivnaðurin í øllum samfelagnum, sum hevur týdning, ikki bert í miðsavningini.
Tá ið eg valdi at stilla upp fyri Tjóðveldi, var tað fyri at gera politikk nærverandi og gerandiskendan og fyri at verja tey menninskjansligu virðini í føroyska samfelagnum fyri øll.
At virka fyri teim sokallaðu bleytu virðunum inniber eisini at taka støðu til trivnaðin hjá hvørjari einstakari familju. Eg vil tí varpa ljós á, at eitt trygt og gott ferðasamband er alneyðugt fyri okkara samfelag. Tað er óviriðiligt, at fólk skulu setast aftur ella skerjast fyri óteljandi mentannarligu og sosialu møguleikarnar, sum samfelagið bjóðar nú, tí tey aftra seg við at koyra gjøgnum gamlar, órøktar tunnlar og eftur vegastrekkjum, har bert staðkend tora at koyra um veturin, ella har ferjur og ferjulegur ikki lúka krøvini ella ynskini frá teimum, sum skulu brúka tær. Tað er ikki politikarin í Havn, sum kennir tín tørv ella tíni ynski um ferðasamband, tað er tú, og eg vil hervið bjóða tær við í eitt samstarv, um hvussu tín gerandisdagur kann gerast betri, har tú býrt, og har tú ynskir at virka.