Hvat óttast landið?

Royndirnar higartil vísa, at tey málsøki, har kommunurnar hava fingið fulla ábyrgd, verða umsitin munandi betur, enn tá ið antin landið ella land og kommunur í felag hava tvíbýtta ábyrgd.

Eg má siga, at eg undrist á almennu úttalilsini hjá formanninum í Føroya Lærarafelag, har hann sigur seg hava broytt meining og nú heldur, at landið einsamalt skal umsita allan fólkaskúlan.

Innan fleiri málsøki hava vit higartil havt ringar royndir av landinum sum umsitara, og tí er hetta ynskið hjá lærarafelagsformanninum ikki til at skilja.

Um vit hugsa um eldraøkið, sum landið nú í áratíggjur hevur havt ábyrgdina av, er tað sjón fyri søgn, at støðan er sera ring og óvirðilig fyri okkara eldru borgarar.

Henda støða hevur gjørt, at kommunurnar kring landið hava kent seg noyddar at taka um endan og brúka pening upp á hetta málsøkið, sum landið framvegis hevur og eftir øllum at døma vil hava, heldur enn at lata kommununum fulla ábyrgd, og pening, til endamálið.

 

Barnaansingin

og barnavernd

Barnaansingin, sum fyrr var tvíbýtt ábyrgd hjá landi og kommunum, varð í 2000 løgd út til kommunurnar at hava 100% ábyrgd av, og sigast má, at vit síðani hava sæð eina stóra menning á økinum, sum kanska ongantíð fyrr er sædd her á landi.

Kommunurnar hava á hesum málsøki prógvað, at tær eru egnaðar og førar fyri at umsita málsøki, samstundis sum landið umvegis lógarverk og eftirlit ásetur minstukrøv og tryggjar eitt nøktandi støði kring alt landið.

Líknandi skipan er í dag galdandi fyri barnaverndarøkið, og aftur her hava kommunurnar prógvað, eisini í sera góðum sínamillum samstarvi, eitt nú í sambandi við Barnaverndarstovuna, at tær eru dugnaligir umsitarar av teimum málsøkjum, sum hava við borgarar teirra at gera.

 

Illa umhugsaðar

landsstýrisavgerðir

Tað, sum hinvegin ger bæði kommunurnar og allarmest borgararnar ótryggar, er tann vantandi linjan í politikki landsstýrisins, har brádligar avgerðir verða tiknar um broytingar, sum órógva og lemja skipanirnar.

Eitt nú hevur landsstýrið herfyri, ógvuliga brádliga og uttan fráboðan frammanundan, flutt umsitingina av barna- og brekøkinum frá Almannastovuni til Nærverkið.

Hetta hendir, samstundis sum ein bólkur, sum land og kommunur hava sett, arbeiðir við júst hesum málsøkjum, og har flyting til kommunurnar er ein av møguleikunum.

Slíkar brádligar avgerðir eru ikki til frama fyri tryggleikakenslu borgaranna, og enn meira óskiljandi er tað, at slíkt verður gjørt og framt, meðan ein arbeiðsbólkur situr og lýsir málsøkið.

 

Eitt valdømi og fleiri

øki til kommunurnar

Hesi seinnu árini hevur nógv verið tosað um at lata kommununum fleiri málsøki at umsita, men ikki kann sigast, at nógv ítøkiligt er komið burturúr. Tó eru, sum nevnt, nøkur framstig hend, eitt nú innan barnaansing og barnavernd.

Eg vil í hesum sambandi minna okkara landspolitikarar á, at tá ið Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi, varð undir viðgerðini sagt sum ein fortreyt fyri hesi kollveltandi broyting, at fleiri málsøki ”afturfyri” skulu leggjast út til kommunurnar.

Tað kann ikki passa, at hetta lyfti longu nú er gloymt.

 

Hvat er tað

landið óttast?

Eingin ivi er um, at vit hava eina frálíka skipan fyri myndugleikarnar í samfelag okkara, har Føroya Løgting ger lógirnar, Føroya Landsstýrið fremur hesar og hevur eftirlit, meðan kommunurnar, sum eru tættast at borgarunum, eru og eiga at útinna og umsita borgarans tænastur.

Henda skipan tryggjar, at tann fremjandi myndugleikin kemur nærri borgaranum, samstundis sum at hetta skapir ein dynamikk í økjunum kring landið.

Tí verður tað spennandi at síggja, hvat umskipanarnevndin, sum arbeiðir við nýggjum kommunureformi, fer at koma við nú í heyst.

Kommunurnar hava prógvað, at tær eru førar fyri at umsita sínar borgarar, og tí eigur landið at hava fult álit á kommununum.