Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður
Tað hevur størri týdning, at friður valdar við danir, enn at stríðast fyri einari føroyskari framtíð. Vit vita, hví Javnarflokkurin ber seg soleiðis at. Har ræður millum annað um at varðveita ein intaktan flokk. Vita vita eisini, hví Sambandsflokkurin gleðiliga trínur hendan dansin. Teir hava jú, sum formnaðurin hevur sagt alment, fingið alt sítt á ríkisrættarliga økinum ígjøgnum. Hví Fólkaflokkurin er í ferð við at yvirhála hinar báðar samgonguflokkarnar á sambandsleið, kunnu vit partvís bara gita um. Men vit fingu so prógvið um, at hann ger tað við meira enn hægst loyvdu ferð, tá Anfinn Kalsberg var við í orðaskiftinum um nógv umstríddu heimildarlógirnar í seinastu viku á Christiansborg. Mátti klípa meg bæði her og der, mátti út at svala mær á, sláa meg á kjálkan fyri at tryggja mær, at talan ikki var um óndan dreym. Har stóð fyrrverandi løgmaður á odda fyri fullveldissamgonguni frá 1998-2003, mest álíkur einum angrandi syndara ella kanska rættari flongdum hundi. Anfinn Kalsberg hevði bara eitt endamál við síni upptraðkan í fólkatinginum hendan dagin, og tað var at undirminera alt tað, sum Høgni Hoydal segði og ikki segði. Sá út, sum vildi hann sannføra danskar politikarar um, at hann ikki longur er fongdur við fullveldisbasilluni. At hann loksins hevur funnið røttu leiðina. Og tá fyrrverandi fullveldisløgmaður okkara bað um eina viðmerking til Piu Larsen, framsøgukvinnu fyri Vinstra, reisti maðurin av Viðareiði seg og takkaði henni so inniliga fyri, at hon helst fast um tað, at tað eru føroyingar sjálvir, sum avgera, nær fullveldið skal takast. Hesin sami maður, sum hótti við báli og brandi, fingu vit ikki viðurkenning undir altjóða fólkarætti. Sami maður, sum undir ongum umstøðum vildi góðtaka nakað, sum endaliga bant okkum undir donsku grundlógina. Seinni takkaði maðurin fyri, at donsk áhugamál vórðu tryggjað við lógunum báðum. Ein skal nýta nógv ljótari og meira álvarsom orð enn skomm og pínligt, um ein skal geva eina lýsandi lýsing av upptraðkanini hjá Anfinni henda dagin. Men tað kann ein ikki gera, uttan so at hetta fær tær avleiðingar, at ein ikki longur hevur møguleikan fyri at stríðast ímóti eirðindarleysu útsøluni av okkara rættindum í fremstu røð.
Tað var so eyðsæð, at Anfinn Kalsberg henda dagin bar boðskapin hjá onkrum øðrum fram á fólkating. Boðskapin hjá onkrum, sum hevur havt sína dagligu gongd á bonaðu gólvunum. Býttari ert tú Anfinn, at tú letur teg brúka soleiðis. Ella ert tú líka grunnur sum hinir? Eg spyrji bara, hvat tramin var hatta fyri nakað, sum tú gjørdi á Christianborg í seinastu viku, Anfinn?