Sum tit kanska hava lagt til merkis, so hava fleiri av teimum lesarum, sum hava sent okkum tilfar, gramt seg um dansiviðurskifti hjá teimum ungu.
Rætt er tað eisini, at hjá teimum undir 18 ár er lítið og einki at fara í býin eftir. Í hvussu so er, tá talan er um høvuðsstaðin. Her er bara loyvt ungum at fara til tiltøk, tá talan er um konsertir, og tá liggur prísurin á atgongumerkjum aloftast í eini slíkari legu, at ein vanligur 10. floks næmingur ikki hevur ráð at sleppa inn. Møguliga hava foreldrini so ráð at rinda, men tað er jú ikki hjá øllum at soleiðis er statt.
Hartil er tað rættuliga sjáldan, at líkinda konsertir verða fyriskipaðar. T.v.s. konsertir, sum tey ungu tíma at fara til.
Ikki altíð verið so
Hetta hevur tó ikki altíð verið so. Fyri fáum árum síðani var rættuliga ofta, at konsertir vóru fyriskipaðar, og minnist meg rætt, so kostaðu atgongumerkini vanliga um 80 kr. Onkuntíð fóru tey kanska upp á 100 kr., men tað var eisini toppurin.
Tá vóru tað aloftast ymsu itróttarfeløgini, sum skipaðu fyri konsertunum, sum vanliga vórðu hildnar í ítróttarhallunum kring landið. Framvegis verða nakrar av hesum hildnar, men talan er als ikki um sama tal av konsertum nú, sum tað var fyri fáum árum síðani.
Tær báðar stóru høllirnar vóru í sínari tíð karmur um nógv dansitiltøk, men seinastu tíðina hevur eingin dansur verið á hesum støðum. Vit hava spurt okkum fyri, og hava fingið at vita, at orsøkin til hetta fyrst og fremst er, at slík tiltøk fara alt ov illa við hallunum, og at tey tískil eru givin at hýsa slíkum tiltøkum.
Tó verða framvegis einstakar konsertir fyriskipaðar, men tá skal høllin verða ruddað í seinasta lagi 1 tíma eftir midnátt, og merkir hetta, at talan tá ikki verður um rættulig dansitiltøk. Hvat tey ungu, sum ikki sleppa inn í Club 20 ella Casablanca so skulu gera aftaná, mugu tey so finna út av sjálvi.
Ov dýrt
Vit hava verið í sambandi við nakrar persónar, sum av og á fáast við at fyrireika konsertir. Boðskapurin frá hesum er rættuliga einsljóðandi, nevnliga at tað kostar rættuliga nógv at fáa líkinda nøvn henda vegin at spæla, og at tað tískil ikki er gjørligt at selja atgongumerkini so bíliga, sum fleiri kanska vildu havt tey.
Tað er kanska skiljandi, at eingin fer at fyrireika eina konsert soleiðis, at tú ert vísur í at fáa undirskot burtur úr, men nýtist tað altíð at vera tey stóru útlendsku nøvnini, sum skulu vera á skránni, tá konsert verður hildin.
Hvussu við teimum mongu føroysku bólkunum, sum eisini kunnu undirhalda okkum. Hesir duga so sanniliga eisini at spæla til dans, og við tað at teir ikki eru so pengakrevjandi sum teir stóru útlendsku bólkarnir, skuldi tað eisini verið gjørligt at havt kostnaðin á atgongumerkjunum á einum rímuligum støði.
Hetta tykist í hvussu so er vera gjørligt uttan fyri Havnina, so hví ikki eisini í Havnini? Er tað veruliga soleiðis, at tað ikki loysir seg at skipa fyri tiltøkum fyri tey ungu, ella er tað bara tað at eingin áhugi er at skipa fyri hesum?
Royndir hava verið at havt eitt dansistað fyri tey ungu. T.d. var discoteque Blizz fyri nøkrum árum síðani í hølunum við Niels Finsensgøtu, har Hollywood er í kjallaranum. Henda royndin gekk so nøkunlunda, men síðani hetta lat aftur, hevur so at siga einki fast dansistað verið. Hølini, har Blizz helt til, hava verið nýtt til annað endamál síðani, og í løtuni tykist eingi høli at vera til slíkt virksemi í høvuðsstaðnum.
Hvat sigur býráðið?
Vit royndu í gjár at fáa fatur á býráðsformanninum, men við tað at hann var á fundi, eydnaðist tað okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá honum. Okkum kunnugt eru tó ongar ítøkiligar ætlanir um nakað hølið til ungdómin, og má hetta sigast at vera stórt spell.
Fyri fleiri árum síðani varð Skansastova nýtt sum tilhaldsstað fyri tey ungu, og vóru fleiri dansitiltøk hildin her. Skansastova varð tó niðurløgd mitt í 80?unum og hóast tað onkuntíð hevur verið eitt sindur av gramli um at lata hesa upp aftur, so er ongantíð hent nakað í hesum máli. Eitt skifti var eitt felag við heitinum »Lívdin«, men hetta hevði stutta livitíð, og lat aftur rættuliga skjótt.
Einasta høli, sum býráðið í løtuni hevur at bjóða teimum ungu, er margarinfabrikkin, men hetta er ikki júst til dansitiltøk, og ert tú eini 16-17 ár, er heldur ikki víst, at tú tímir at ganga har niðri.
Fleiri eru helst av teirri áskoðan, at Býráðið átti at gjørt nakað við henda spurning, og ivaleyst munnu flestu býráðslimir eisini vera greiðir yvir, at talan er um ein truppulleika. Hinvegin er spurningurin kanska, hvussu frammarliga hetta er í hugaheimi teirra, tá politiskir spurningar skulu loysast. Dagrøkt og eldrarøkt hava jú verið rættuliga nógv frammi seinastu tíðina, men hvussu við ungdómsrøkt?
Møguliga fáa vit eitt svar um hetta í nærmastu framtíð, men tað verður so ikki gjørligt í hesum blaðnum.
Skalt vera 18
Líkamikið hvar í høvuðsstaðnum tú fert, so er søgan hin sama, um tú ætlar tær í býin. Tú ert ikki 18 ár, so tú kanst ikki koma inn. Orsøkin til hetta er sjálvsagt, at dansistøðini, sum eru, í Havnini bæði hava skeinkiloyvi, og tískil mugu halda sama aldursmark sum rúsdrekkalógin ásetur.
Hetta er ivaleyst ein av stóru forðingunum fyri, at nakar fer undir at skipa fyri dansi fyri tey ungu, sum enn ikki eru fylt 18 ár. Ivaleyst er tað eisini soleiðis, at tú kanst forvinna meira av peningi, um tú samstundis kann selja eina rúgvu úr barrini, men á onkran hátt mátti hetta borið til.
Hvat siga lesarar okkara um hetta? Skrivi inn og sigi tykkara hugsan. Ivaleyst koma tá fleiri góð hugskot á borðið, og møguliga kann hetta føra við sær, at nakað verður gjørt við málið.
Tað hendir so í øllum førum ikki nakað sum helst, um vit ikki gera vart við trupulleikan.
Ber til í Klaksvík
Í Klaksvík hava tey í nøkur ár havt dansihølið »Lognbrá« har almennur dansur hevur verið hildin. Aldursmarkið hevur so at siga alla tíðina verið sett til at verið 15 ár, og undirhaldið hevur alla tíðina verið blandað, soleiðis at bæði orkestur og plátuvendarar hava verið.
Jan Gardar, sum í eini 6 ár hevur staðið fyri rakstrinum av Lognbrá, sigur, at hjá honum hevur tað borið til at havt dansistaðið, hóast hann einki skeinkiloyvi hevur. Sum nevnt omanfyri, so verður dansur skipaður við bæði livandi tónleiki og plátuvendara. Kostnaðurin á atgongumerkjum hevur vanliga ligið um 60-80 kr., so tað ber til at hava dans fyri teimu ungu.
Jan sigur annars, at onkuntíð hevur onkur av gestunum gramt seg um, at ov nógv ung fólk eru inni í hølunum, men til hetta er bara at siga, at ert tú yvir 18 ár, so er møguleiki fyri at fara niðan í Klubban. Henda møguleikan hava tey 15 ára gomlu ikki!