- Nógv virksemi er á Tvøroyrar havn, og onkuntíð stingur okkurt seg brádliga upp, sum ikki var væntað, tá tiltøk verða løgd til rættis.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
- Av tí, at eitt stórt farmaskip er ávegis og skal taka farm umborð um vikuskiftið, so leggur HDMS Hvidbjørnen í staðin at yviri á Drelnesi.
Tað merkir, siga tey í kommununi, at lýsti tunnuslátturin verður, sum áður lýstur, sunnudagin hin 22. februar frá klokkan 13-15.
- Einasta broytingin verður, at skipið ikki liggur við djúphavnina í miðbýnum, men yviri á Drelnesi.
Í Tvøroyrar kommunu vóna tey at síggja eina rúgvu av glaðum, grýluklæddum børnum sunnudagin.
- Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.











