Rættiliga nógvur vindur er ymsastaðni kring landið í dag og hevur tað ført til órógv á samferðsluna. Flogferðslan er seinkað og fleiri bussleiðir eru fyribils steðgaðar at koyra.
Í yvirlitinum hjá Landsverk yvir vindstyrkina kring landið sæst, at tað er serliga við Velbastaðháls og á Oyndarfjarðarvegnum, at nógvur vindur er í løtuni. Har vísa veðurstøðirnar hvirlur upp til 40m/s.
Seinasta dagføringin hjá Landsverk:
Dalavegur til Viðareiðis - kl. 14:35 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
Gjáarskarð - kl. 14:22 Stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s
Kambsdalur - kl. 14:35 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
Gøtueiði - kl. 14:35 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 14:30 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 40 m/s
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 14:35 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
Høgareyn - kl. 14:35 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
Á Sandavágshálsi - kl. 14:35 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
við Velbastaðháls - kl. 14:34 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 14:35 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 14:39 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s
Porkerishálsur - kl. 14:35 Stormur, í hvirlunum upp til 33 m/s

Í hvirlunum upp til 40m/s

