Hvítu Húsini hava í dag givið stjórnarráðum 30 dagar til at tryggja, at tann kinesiskt menta appin, TikTok, ikki er at finna á nøkrum samveldis eindum ella skipanum.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Úr forsetaskrivstovuni í Washington D. C. verður sagt í einum vegleiðandi uppriti, at skrivstovurnar skulu tryggja amerikanska dátur við at sletta appina.
Í desember samtykti amerikanska kongressin, at Biden forseti innan 60 dagar skuldi gera kravboð á økinum.
Tað er seinasta av fleiri tiltøkum, sum skulu minka um nýtsluna av kinesiskari tøkni vegna stúranina fyri tjóðskaparligu trygdini, tá tey eru bangin fyri, at kinesiska stjórnin njósnast hjá amerikanarum.
TikTok hevur áður sagt, at amerikanski óttin er grundaður á miskunning.
Fleiri stjórnarskrivstovu – teirra millum Hvítu Húsini, Verjumálaráðið og Homeland Security, sum tekru sær av landsins innanhýsis trygd – longu hava bannað nýtslu av TikTok.
/ritzau/