Landsins virðir skulu latast privatum, og almennu útreiðslurnar skulu skerast so langt niður, at vælferðarsamfelagið fer í søguna. Vit kunnu nevna nøkur dømi:
Føroya Banki skal privatiserast, og latast gomlu eigarunum. Prísurin, ið nevndur er, er 500 mill. kr., hóast samfelagið enn skyldar 2,5 mia. kr. í honum. Hevði Jóannes Eidesgaard ikki steðgað hesum, tá tað kom fram fyrstu ferð, høvdu eigararnir bara í fjør fingið eini 60-70% í vinningi av hesi íløgu, meðan skattgjaldarin enn hekk upp á skuldina.
Strandferðslan skal privatiserast. Tað er lætt at ímynda sær, hvørjar leiðir hava áhuga hjá privatum at røkja Men tað er líka so greitt, at størsti parturin av farleiðunum ongantíð kemur at geva yvirskot, og at landið framvegis má taka sær av at røkja tær tænasturnar. Undirskotið hjá Strandferðsluni kemur at økjast, tá eingin farleið gevur yvirskot. Ella ætla teir kanska at gera, sum tá Fólkaflokkurin privatisera bussleiðirnar. So vítt eg minnist, fekk hvør bussførari kr. 90.000 um mánaðin úr landskassanum fyri at reka sína rutu.
Fiskurin er vorðin privatiseraður. Menn, ið hava skip, hava fingið so og so nógvar fiskidagar tillutaðar næstu 10 árini. Um teir nýta hesar dagar ella selja teir til aðrar, er líka mikið. Tí síggja vit, at lívsgrundarlag alra føroyinga verður boðið til sølu á gulu síðunum í Dimmalætting. Teir hava fingið henda rætt ókeypis, men teir kunnu selja hann fyri egnan vinning bæði skatta- og mvg-frítt. Eitt hitt grefligasta dømið er eitt skip, ið fyri stuttum sakk norðanfyri. Um tað kundi sigla, tá tað fekk fiskidagar tillutaðar, veit eg ikki. Men tá teir skuldu sleipa tað norður á dýpið til at søkkja tað, náddi tað ikki vegin fram, men sjálvdoyði á vegnum. Eg veit ikki, um hesir menn ætla at fáa sær annað skip, eg kenni teir ikki, men tað er einki krav. Tað er vist einki í vegin fyri, at teir tey næstu 9 árini selja sínar fiskidagar til aðrar. Eitt er, at landsins virðir soleiðis verða givin nøkrum fáum borgarum, men hvat við ungum monnum, ið koma til mans næstu 10 árini. Skulu teir heilt avskerast frá gamla rætti føroyinga til at gerast sjálvstøðugir fiskimenn.
Alivinnan er vorðin privat kongaríki. Menn meta, at henda vinna hevur stóran møguleika fyri at mennast í komandi árum. Nýmótans tøkni hevur eisini gjørt tað møguligt at ala á minni vardum plássum, men har er fyribundið. Eg veit um menn, ið hava søkt um loyvi at ala í einum sundi, har aling ongantíð hevur verið fyrr, og har vatnskiftið er sera stórt. Men svarið er einfalt: Fleiri aliloyvi verða ikki givin í Føroyum, punktum. Verandi alarar skulu sostatt einsamallir hava ta ling, ið er, og ta aling, ið verður í framtíðini. Teir hava fingið hesi loyvi ókeypis frá tí almenna, og teir selja tey sínámillum ella út av landinum og stinga peningin í lumman. Og hetta hóast landið fyri fáum árum síðan bjargaði teimum øllum undan húsagangi.
Fólkapensiónin skal avtakast, og í staðin skal hvør einstakur spara saman til sína egnu eftirløn. Tøl eru sett á hesar uppsparing. Eitt fólkafloksumboð segði fyri stuttum, at roknast má við, at hvør persónur má spara kr. 1000 um mánaðin í vinnuárum, fyri at fáa eina líkinda eftirløn. Eini hjún mugu sostatt, um bæði arbeiða ella ikki, gjalda inn kr. 2000 um mánaðin til eftirløn alt teirra arbeiðslív.
Oljan er ikki býtt enn. Men hví hoyrist einki um almenna oljufeagið, hóast tað privata langt síðani er komið upp at standa? Og hví skal okkara frálíka oljufyrisiting avtakast og arbeiðið leggjast undir landsstýrið?
Vit kundu nevnt ætlanir um at privatisera posthúsið og landsjørðina og at lækka hýrur og lønir á landi o.a. Gongdin er týðulig. Allar landsins ognir skulu latast nøkrum fáum at eiga. Almennu útreiðslurnar mugu niður, tí landsins inntøkur lækka. Vinnumøguleikarnir skulu tryggjast nøkrum fáum í eina tíð, har vit sum ongantíð fyrr hava fyri neyðini, at ungar, nýggjar kreftir sleppa framat.
Mær rennur í huga eitt brot úr bók, har faðirin sigur við sonin: »Eg eri maður í meðal støðu, og eg havi altíð roynt, at tað er hitt frægasta«.
Javnaðarpolitikkur er at draga allar landsins borgarar upp í meðal støðu. Tá fáa vit kanska ikki so fíggjarliga sterkar einstaklingar, men vit kunnu betur hyggja børn okkara í eyguni, og peningur skapar hvørki ídnaðar- ella íløgumenn.
For da har i sandhed
vi drevet det vidt,
når få har for meget
og færre for lidt.
Ynskir tú veruliga tær og børnum tínum at búgva í tí borgarliga samfelag, sum vit nú eru við at byggja?
Edvin Joensen,
Leirvík