Hvussu roynist avlurtingarpakkin

Ingolf Sólheim Olsen spurdi løgmann, hvussu avlurtingarpakkin virkar

-Nógv kjak var um avlurtingarpakkan, tá ið núverandi samgonga var andstøða. Hvussu væl virkar avlurtingarpakkin, spurdi Ingolf Sólheim Olsen, Tjóðveldi, løgmann.

 

Løgmaður segði, at hann ikki hevði nakað beinleiðis svar, tí hann ikki hevur verið í sambandi við løgregluna um málið.

 

Bæði Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, og Kaj Leo Holm Johannesen, hildu, at tað er av stórum týdningi,, at vit í dag fylgja við, hvat hendir í samfelagnum.

 

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, helt ikki, at tað fer at geva nakað ordiligt svar at spyrja tey, sum hava fingið víðkaðar heimildir um hetta riggar.

-Sjálvandi fara tey ikki at siga, at hann ikki virkar, segði hon.