Hvussu skal eg kappast um meistaraheitið?

Thomas Tuchel er alt annað enn nøgdur við skránna og støðuna hjá Chelsea

Tað kom illa við hjá Thomas Tuchel og Chelsea, at liðið aftur tveitti eina leiðslu á heimavølli, tá Chelsea í gjár spældi javnleik 1-1 móti Brighton.

Chelsea er í løtuni í eini minni kreppu, har tað gongur illa at vinna. Serliga á heimavølli. Liðið hevur í løtuni fleiri skaðar, umframt at spælarar hava korona. Seinast mátti enn ein spælari takka fyri seg, tá Reece James mátti fara av vøllinum.

- Hvussu skal eg kappast um meistaraheitið, tá vit hava sjey spælarar úti við koronu. Einar fimm til seks spælarar, sum eru skaddir í minst seks vikur. Hvussu skulu vit kunna kappast um eitt meistaraheiti, spyr ein illur Thomas Tuchel eftir dystin í gjár.

Hann er saman við Jurgen Klopp, venjara hjá Liverpool, ein av teimum, ið hevur víst á ørskapin við at spæla so nógvar dystir á jólum. Serliga nú, tá korona aftur ger um seg.

1Man City20162251:1250
2Chelsea20126243:1442
3Liverpool19125250:1641
4Arsenal19112632:2335
5West Ham1994634:2531
6Tottenham1793522:2030
7Man Utd1784527:2528
8Wolves1874713:1425
9Leicester1874731:3325
10Brighton1859417:1824
11Crystal Palace1958627:2723
12Aston Villa18711024:2822
13Southampton1949620:2921
14Brentford1855821:2520
15Everton1754821:2919
16Leeds1837818:3616
17Watford17411222:3513
18Burnley1518614:2111
19Newcastle19181019:4211
20Norwich City1924138:4210