Hvussu skjótt sodnar laksalús?

- Til ber til at síggja lús í rognkelsimaga so seint sum fýra samdøgur eftir, at lúsin er etin, sigur føroyskur granskari.

Í seinastu útgávu av Alitíðindum hevur Ása Johannesen, granskari, áhugaverda grein um, hvussu skjótt - ella seint - laksalús verður sodnað í maganum hjá einum rognkelsi. 

 

Sagt verður stundum, at rognkelsi hava sodnað lýs longu eftir trimm tímum. Um so var, merkir tað, at tá tú finnur 50 lýs í maganum á einum rognkelsi, er hetta tað, sum fiskurin hevur etið seinastu tríggjar tímarnar.

 

Hetta kann tykjast ógvuliga ósannlíkt, tí onkuntíð finnast rognkelsi, sum hava etið meira enn 150 lýs. Tískil fóru Kirstin Eliasen, Jonhard Eysturskarð og Ása Johannesen undir at kanna, hvussu skjótt rognkelsi í veruleikanum sodnar lús.

 

- Tvær royndir gjørdar í Nesvík hava víst heilt øðrvísi úrslit. Í báðum royndum fingu rognkelsi eina lús í part at eta. Síðani vórðu rognkelsini dripin eftir ymisk tíðarskeið.

 

Ása Johannesen vísir á, at soleiðis bar til at taka ein veskuprøva úr maganum gjøgnum munnin fyri at kanna fyri lúsa-DNA, umframt at hyggja í magan og kanna í hvønn mun, lúsin var sodnað.

 

- Fyrra royndin kannaði magarnar hjá rognkelsunum rættiliga títt fyrstu 24 tímarnar, eftir at lúsin varð etin. Her sást, at stórvegis tekin ikki vóru um sodning fyrr enn eftir umleið seks tímum. Eftir 24 tímum bar enn til at síggja lúsina í maganum, hóast hon tá var nokso væl sodnað.

 

Seinna royndin vardi í fimm samdøgur við nakað longri millumbilum millum sýnini. Til og við fýra samdøgur, eftir at lúsin varð etin, bar til at síggja lýs í magunum, men eftir fimm samdøgrum bar ikki til at síggja lúsina longur. Tó var enn møguligt at finna DNA ́ið.

 

- Hetta vil siga, vísir Ása Johannesen á, at tað ber til at síggja lús í rognkelsimaga so seint sum fýra samdøgur eftir, at lúsin er etin. Umframt hetta kann lúsa-DNA finnast í rognkelsimaga, eisini eftir fimm samdøgrum.

 

Granskarin sigur, at lýs brótast ikki so skjótt niður, sum áður hildið. Atlit má takast til, at rognkelsini í kanningini fingu bara hesa einu lúsina at eta, og at tey vóru sera óvirkin undir sodningini, tí einki rák var í karinum.

 

Slíkt kann ávirka sodningartíðina, so møguliga kundi sodningin gingið nakað skjótari undir øðrum umstøðum. Tað er tó ikki sannlíkt, at sodningin kann fara úr fimm samdøgrum niður í tríggjar tímar.

 

- Tískil er tað rættiliga sannlíkt, at eitt rognkelsi við ongari lús í maganum ikki hevur etið lús teir seinastu 2-4 dagarnar, alt eftir umstøðunum, sigur Ása Johannesen.