Ein av fyrilestrunum á Faroexpo ráðstevnuni í ár verður við norsku Efwa Hagstrøm. Hon fer at tosa um: Hvat kunnu vit læra av gransking og framburðarríkum fyritøkum, fyri at vera kappingarfør og til reiðar at møta framtíðini?
Gjøgnum altjóðagerðina og torgreiddar avbjóðingar og møguleikar – hvørjir faktorar eru tað so, sum skapa grundarlag fyri varandi, og veruliga framgangsríkum feløgum? Hvør virkismentan, praksis, og framferð er við til at styrkja evnini at støðugt tillaga seg og harvið økja um produktivitetin? Ella er tað kanska nokk, bara at hava eina góða vøru, og duga væl tað strategiska handverkið?
Nøkur feløg skilja seg út, og klára seg betur enn onnur. Hví gera tey tað, og hvat hava tey til felags?
Ingvar Kamprad skapti IKEA; ein eyðsýnd og vakstrarbar ætlan.
Granskingin hjá Jim Collins innan varandi og framgongarrík feløg sum mentust frá at vera góð til at gerast stórbar, verður partur av fyrilestrinum hjá Efwa Hagstrøm. Keep it simple. Finn kjarnuna - hav eitt týðuligt hugskot og eitt týðiligt og eyðsýnt konsept.
Efwa Hagstrøm er úr Noregi, við skjótleika, stórum áhuga og góðum samskifti í sínum fyrilestrum fáa luttakararnir íblástur til at taka nýggjar mannagongdir og arbeiðsháttir í brúk. Hon hevur eina tvørfakliga útbúgving innan bygnaðarmenning og High performance leadership. Hon vegleiðir í leiðslu og HR menning á virkjum sum Elopak, Jotum, Hydro og Broadnet. Hon hevur eisini førleikar innan Global Human Resource Management frá Universitinum í Liverpool.
Aðrir fyrilestrar á Faroexpo ráðstevnuni verða:
Caroline Søeborg Ahlefeldt: Heilstoypti leiðarin
Hjalmar Petersen: Har Vónin er...
Regin Jacobsen: Hvat fekk Bakkafrost til at velja eina vakstrarstrategi fram um aðrar, og hvussu møtir felagið framtíðar avbjóðingum?
Tú kanst lesa meira um ráðstevnuna VIÐ AT TRÝSTA HER