Kvinnufelagið í Havn skipar fyri politiskum fundi við kvinnuligum valevnum á Landsbókasavninum mánakvøldið hin 24. oktober frá klokkan 19.30-21.30. Evnini, sum verða til viðgerðar, snúgva seg eitt nú um, hvussu betrast kann um livikorini í Føroyum, um fíggjarviðurskifti, hvør skattaskipan er hin best hóskandi fyri føroyska samfelagið, hvussu fáa vit fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, hvussu lækka vit kostnaðarstøðið - og hvat skal til fyri at skapa fólkavøkstur?
Javnstøða verður eisini til viðgerðar á valfundinum, og her verður eitt nú røtt um, hvussu javnstøða fæst á arbeiðsmarknaðinum - og hava kvinnur og menn javnrætt á pensjónsøkinum?
Fyri politisku flokkarnar luttaka Aibritt Á Plógv (A), Jóna Mortensen (B), Rigmor Dam (C), Kristianna Winther Poulsen (D), Margretha Nónklett (E) og Sunneva Háberg Eysturstein (F).
Tað verður Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum bjóðar vælkomin, og orðstýrari verður Annika Sølvará.
- Øll eru hjartaliga vælkomin og heitt verður á øll kvinnulig valevni um at luttaka, sigur Kvinnufelagið í Havn í tíðindaskrivi.