Kristel Lisberg hevur útgivið sangin »Contagious«, ið er skrivaður saman við framleiðarum úr Íslandi og Litava, og nú er nýtt video eisini útgivið.
Sangin »Contagious« hevur Kristel Lisberg skrivað saman við íslendinginum Sveinn Runar Sigurdsson og litavanum Gytis Valickas. Teir eru báðir royndir tónleikaframleiðarar. Sveinn Runar hevur vunnið íslendska Grand Prixið tvær ferðir, og Gytis framleiddi í 2016 ársins útgávu í Litava. Grikski sangskrivarin Nikos Sofis hevur fingið samstarvið í lag.
– »Contagious« er myrkur poppur, men er í tráð við sangirnar, sum eg havi útgivið. Hetta er tó ein meira nútímans útgáva av mínum tónleiki. Heitið »Contagious« er viðkomandi í hesum truplu tíðum, nú corona-sjúkan breiðir seg, men sangurin fekk sítt heitið fyri langari tíð síðan, sigur Kristel Lisberg.
Niðanfyri kanst tú síggja nýggja videolagið.
##med2##