Hyggja nærri at illgrunasamum gulum korti

Premier League: Eitt gult kort til ein spælara hjá Arsenal hevur vakt ans

Enskir miðlar skriva, at enska Fótbóltssambandið hyggur nærri at einum illgrunasamum gulum korti til ein spælara hjá Arsenal.

 

Hetta tí at veddingarfyritøkurnar gjørdu vart við undan dystunum, at óvanliga nógvir pengar blivu settir á, at hesin ónevndi spælarin hjá Arsenal fór at fáa gult kort. Tað fekk hann eisini. Annars verður lítið sagt um málið, annað enn at tað verður kannað. Fyribils er málið ikki meir enn, at enska Fótbóltssambandið hyggur at tí.

 

Í Onglandi er ítróttarvedding væl meiri umfatandi, enn vit síggja í Føroyum. Fleiri av feløgunum í Premier League hava eisini veddingarfyritøkur sum høvðusstuðlar, og tað er ikki til at koma uttanum lýsingar ella møguleikar at vedda, tá tú fert til dyst í Onglandi.

 

Snýt í samband við vedding er ikki nakað nýtt. Heldur ikki í londunum rundan um okkum, har dystir í bæði Danmark og Finnlandi hava verið undir illgruna fyri avtalaðum spæli. Eitt dømi var Europa League dysturin millum finska FC Inter Turku og føroyska Víking. Dómarin í dystinum fekk revsing, fyri at royna at fáa bæði liðini at skora við at geva teimum brotsspark.

 

Í Onglandi er avtalað spæl vii vedding ikki nakað nýtt. So seint sum í 2018 fekk Bradley Wood frá Lincoln City seks ára leikbann, fyri at tilvitað fáa sær gult kort í FA Cup kappingini.

 

Arsenal skal í kvøld royna at vinna seg í Liga Cup finaluna móti Liverpool. Fyrr dysturin endaði málleysur.