Eitt sera gott kappingarár hjá danska Daniel Agger hevur kostað Sami Hyypia plássið í miðverjuni hjá Liverpool. Vanliga verjan var Hyypia og Carragher, men nú hevur 22 ára gamli danin tikið yvir. Hyypia verður stórt sæð bara nýttur tá ið ein av hinum tørva ein steðg, og hetta hevur fingið søgurnar at ganga um at Hyypia var á veg úr felagnum.
Hesum søgum vísur venjarin hjá liðnum, Rafael Benitez, nú aftur. Hann sigur seg hava tosað við ljóshærda verjuleikaran um málið, og báðir eru einigir í, at hann skal halda fram komandi kappingarár.
33 ára gamli Sami Hyypia hevur leikt í Liverpool síðan 1999, tá ið hann kom til felagið frá hollendska Willem II.