Í ár fær USA helst sínar hernaðarligu ætlanir við Føroyum ígjøgnum

Tað roknar arktisk-redaktørurin hjá Altinget við

Tá amerikanska herskipið USS Donald Cook vitjaði í Føroyum í 2019

Tað verður áhugavert at síggja, um økti hernaðarligi aktivieturin hjá USA kemur at síggjast í Føroyum í hesum árinum.

 

Tað heldur Arktis-redaktørurin í danska miðlinum Altinget, Andreas Krog, sum hevur skrivað eina greining av trygdarpolitisku støðuni í ríkisfelagsskapinum.

 

USA hevur sum flestum kunnugt stóran áhuga í bæði Føroyum og Grønlandi, tí vit liggja her, sum vit liggja - í Norðuratlantshavinum. Her verður væntandi stórur aktivitetur í framtíðini, nú ísurin smeltar sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. Tí vilja amerikumenn eitt nú hava ein radara í Føroyum, og so vilja teir eisini sleppa at brúka føroyskar havnir til síni krígsskip, sum ferðast í økinum. Talan er ikki um hernaðarflotar beinleiðis, men í staðin skulu skipini kunna heita á føroysku havnirnar, soleiðis at tey kunnu bunkra og fáa proviant.

 

– Hetta kanningararbeiðið koma vit helst at síggja meira av komandi árið, skrivar Andreas Krog.

 

Í fjør skuldi felags arktiska strategiin verða klár, har Føroyar, Danmark og Grønland í felag skjóta út í kortið, hvat vit í kongaríkinum ætla við tí verju- og trygdarpolitiska í arktis. Men enn er eingin arktisk strategi komin, tí eingin endalig semja er funnin enn. Andreas Krog roknar við, at Jeppe Kofod, danskur uttanríkismálaráðharri, fer at leggja nógv fyri hetta árið at fáa grønlendingar og føroyingar at góðtaka eina felags strategi. Arktis-redaktørurin hjá Altinget er spentur uppá at síggja, hvussu nógv teir ymsu partarnir fara at geva seg, og hvat Føroyar og Danmark fara at krevja.

 

Farna árið hevur Trine Bramsen eftir ætlan skulað vitjað í Føroyum, men ferðin er útsett fleiri ferðir, eitt nú orsakað av koronu. Endamálið við seinastu vitjanini nú í desember var at koma á mál við avtaluni um radaran á Sornfelli. Andreas Krog roknar við, at avtalan um radaran verður undirskrivað í hesum árinum.

 

– Hetta verður eitt spennandi arktiskt ár, har serliga Jeppe Kofod og Trine Bramsen skulu vísa allar sínar teirra diplomatisku dygdir fyri føroyingum og grønlendingum. Eydnast tað ikki, so kann tað fáa álvarsamar fylgir fyri ríkisfelagsskapin, sigur Andreas Krog.

 

Les greinina hjá Andreas Krog í Altinget: 2022 kan blive året, hvor USA opruster i Grønland og på Færøerne

 

Tá amerikanska herskipið USS Donald Cook vitjaði í Føroyum í 2019