»I bagklog­skabens klare lys«

Hendan vendingin var ein­a­ferð nógv brúkt í donsk­um pol­i­tikki – og uttan at nýta donsku vend­ing­ina, so vil Ann­ita á Fríð­riks­mørk fegin seta øll upp á pláss, sum hava lagt hana und­ir at vilja taka und­ir við upp­skot­i­num hjá Kára á Rógvi og Jørgeni Nicl­a­sen um val í ótíð í sep­tem­ber.

Tað var seinnapartin hós­dag­in, at teir báðir sendu út tíð­ind­a­skriv, har teir boð­aðu frá, at teir fóru at leggja upp­skot fram um ný­val. Hetta varð end­ur­giv­ið í fleiri miðl­um seinna­part­in hós­dag­in og í tíð­ind­u­num í út­varp­i­num klokk­an 18 hetta kvøldið.

Klokkan 23:26 hetta kvøld­ið opn­ar Ann­ita á Fríð­r­iks­mørk eitt nýtt dok­u­­ment í teld­uni og set­ist at skriva les­ar­a­bræv­ið, har hon bein­leið­is sig­ur – eins og Jørg­en og Kári, at vit skulu hava val í sep­tem­ber:

»Nú er tíðin komin til ný­val, so vit kunnu byrja frá byrj­an av ein­um val­skeiði, og ikki sum nú, har lands­stýr­is­fólk mest sum eru de­s­p­e­rat at fáa mál av­greidd áðr­enn val­ið.

Tað líkist alt ov nógv eini roynd at fáa ein varða eft­ir seg held­ur enn at geva mál­i­num ta við­gerð, tað hev­ur upp­i­bor­ið.

Og tá er drív­meg­in per­són­lig­ur vinn­ing­ur, sum løg­mað­ur í løg­mans­røð­uni held­ur eig­ur at verða orsøk til ný­val.

Dúgliga verður telvað við ein­um vali. Men so mikið eig­ur man at kunna rokna út, at áðr­enn næsti mán­að­ur er far­in aft­ur­um, hev­ur løg­tings­val ver­ið!«

Ergo: For­kvinn­an í ting­bólk­i­num hjá Tjóð­veld­i­num er samd við Jørg­en og Kára um, at val skal vera í sep­tem­b­er! Men nú dreg­ur frú­an í land. Hon hevur ong­an­tíð sagt, at hon tek­ur und­ir við tei­m­um báð­um – og at hjart­a­mál­i­ni skulu av­greið­ast áðr­enn.

– Vit meina tað, Ann­ita. Tað er menn­isk­jans­ligt at stíga við síð­u­na av. Men ikki ser­liga smart at boða frá vali sam­stund­is sum Tjóð­veldi hev­ur søg­u­lig­an møg­u­leika at fáa síni hjarta­mál sam­tykt. Og at skjóta eftir miðlu­num er eitt sind­ur so­leiðis... Tá var tað meira virð­i­ligt at taka í egn­an barm.

Men at val­ið verð­ur fram­skund­að, tað vistu vit øll.