Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak.
Summar Festivalurin verður hildin fyri 21. ferð í Klaksvík, og áhugin fyri ársins festivali er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum í ár er tann størsta í fleiri ár, og tí er møguleiki fyri, at festivalurin verður útseldur.
Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum 2026 verður á Torginum klokkan 19 í kvøld, tá ið Tórfríð Tavsen hevur konsert. Hon verður samstundis tann fyrsti tónleikarin, ið framførir á nýggja og dagførda pallinum á Torginum. Pallurin er blivin størri, betri útgjørdur og er fluttur eitt sindur.
Danski rockbólkurin Going For The One hevur konsert á Torginum klokkan 21, og beint eftir midnátt spælir Signar í Homrum á Torginum.
Høvuðsnøvn á Vágsbø í kvøld vera føroyski rockbólkurin Hamradun og tyski poppbólkurin ItaloBrothers.
Sámal & Benjamin og Alias Morera hava konsertir í Tjaldinum
Silvaland, sum er fyri børnini, letur upp klokkan 15 við aktivitetum, spølum, nýggjum hoppiborgum, framførslum og annað. Silvaland er í ítróttarhallunum.
Summar Festivalurin heldur fram fríggjadagin og leygardagin.











