FIFA forsetin Gianni Infantino er í hørðum mótvindi. Mynd: Pablo Porciuncula/AFP/Ritzau Scanpix

UEFA stendur við hóttan um at boykotta FIFA-kappingar

Evropeiska fótbóltssamgongan heldur ikki, at FIFA hevur gingið treytunum á møti, hóast Gianni Infantino hevur slept ætlanini um privata íløgu í FIFA-kappingar.

FIFA forsetin Gianni Infantino er í hørðum mótvindi. Mynd: Pablo Porciuncula/AFP/Ritzau Scanpix

UEFA er framvegis til reiðar at boykotta kappingar hjá FIFA. Tað er støðan, hóast FIFA-forsetin, Gianni Infantino, hevur slept umstríddu ætlanini um at selja privatum íleggjarum partar av vinnuliga virkseminum kring størstu fótbóltskappingarnar.

Tað upplýsir UEFA í einari fráboðan, sambært BBC Sport.

Evropeiska fótbóltssamgongan sigur seg framvegis ikki hava fingið neyðugu trygdina fyri, at ein líknandi ætlan ikki verður løgd fram aftur.

– Limaforbundini hjá UEFA gjørdu púra greitt, hvørjar treytir skuldu lúkast, um tey framhaldandi skuldu taka lut í FIFA-kappingum, stendur í fráboðanini.

Krøvini vóru, at ætlanin um at selja partar av teimum størstu kappingunum varð slept, og at FIFA samstundis veitti trygd fyri, at ein líknandi roynd ikki fór at verða gjørd aftur.

– Hesar treytir eru ikki loknar, sigur UEFA sambært BBC Sport.

UEFA staðfestir eisini, at álitið á leiðsluna hjá Gianni Infantino er burtur.

– UEFA gjørdi púra greitt í fráboðanini leygardagin, at sambandið hevur mist álitið á leiðsluna hjá Gianni Infantino í FIFA. Tann støðan er óbroytt.

Seint mikukvøldið viðurkendi Infantino í einum brævi frá FIFA, at mistøk vórðu gjørd í sambandi við umstríddu ætlanina um at selja privatum íleggjarum partar av FIFA-kappingunum.

Hetta var fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðan hann legði ætlanina fram og seinni tók hana aftur.

– Vit harmast mistøkini av sonnum og binda okkum til at tryggja, at tey ikki verða endurtikin, stendur í brævinum sambært Sky News.

FIFA fer nú at eftirmeta málið. Ein frágreiðing skal leggjast fyri FIFA-ráðið á næsta regluliga fundinum.

Í brævinum verður samstundis staðfest, at aðalskrivarin Matthias Grafström og restin av FIFA-leiðsluni framvegis taka fult undir við Infantino, sum seinastu tíðina hevur verið fyri stórum atfinningum.

/Ritzau/

 

FIFA forsetin Gianni Infantino er í hørðum mótvindi. Mynd: Pablo Porciuncula/AFP/Ritzau Scanpix