Løgtingið kemur saman aftur klokkan 10 í morgun eftir ólavsøkuna.
Størsta málið á skránni er aðalorðaskiftið um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2026. Har fara tingfólk at viðgera og kjakast um politisku ætlanirnar og boðskapin í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni.
Umframt aðalorðaskiftið skal Løgtingið velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.
Eisini er framløga á skránni.
Skráin fyri tingfundin
Aðalorðaskifti um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2026.
Val av tveimum limum og tveimum varalimum í Norðurlandaráðið.
Framløga.











