Ukraina skal hava nýtt sendifólk í USA

Olha Stefanisjyna gevst eftir nærum eitt ár í starvinum.

Olha Stefanisjyna gevst sum ukrainsk sendikvinna í USA eftir nærum eitt ár í starvinum. (Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix)

Ukrainski sendiharrin í USA, Olha Stefanisjyna, er farin úr starvi.

 

Tað sæst í einum forsetakunngerð, skrivar Reuters.

 

Stefanisjyna hevði verið sendikvinna í Washington í nærum eitt ár. Tað hevur tó í fleiri vikur verið væntað, at hon fór at gevast.

 

Á Facebook skrivar hon, at avgerðin er hennara egna og byggir á "persónligar umstøður".

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt.

 

Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina. AFP skrivar tó, at ongar formligar skuldsetingar eru reistar móti henni.

 

Broytingin kemur eftir, at Zelenskyj í síðsta mánaði gjørdi eina størri umskipan í stjórnini. Sambært Kyiv Independent verður eisini væntandi ein størri útskifting av ukrainskum sendifólkum.

 

Skiftið hendir samstundis, sum Ukraina roynir at fáa USA at lata fleiri Patriot-loftverjumissilir til verju móti russiskum álopum.

 

Olha Stefanisjyna gevst sum ukrainsk sendikvinna í USA eftir nærum eitt ár í starvinum. (Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix)