Liðið hjá Mattiasi Hellisdal tapti stórt í Stokkhólmi

Västerås lat einki mál inn tann seinasta hálva tíman, tá Mattias var á vøllinum

U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås spældu í kvøld dyst á útivølli móti Djurgården í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

 

Dysturin á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi endaði við stórsigri 6-0 til heimaliðið.

 

Tá Mattias kom á vøllin í 62. minutti var støðan 6-0, og kom ikki nakað mál aftrat meðan Mattias var á vøllinum.

 

Frá Sofascore fær Mattias næsthægsta karakterin av leikarunum hjá Västerås. Har fær Mattias karakterin 6,6 (av 10 møguligum). Frá Soccerstand fær Mattias sama karakterin.

 

Västerås er nummar sjey við 22 stigum. Tað er meira enn góðkent fyri ein uppflytara, um enn skrædlið fyri Djurgården trekkir niður upp á heildarmyndina. 

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 fær Västerås høvið at hevna seg, tí tá kemur Djurgården á vitjan Hitachi Energy Arena leikvøllinum.