Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark, tá vit spyrja hann, hvussu Mette Frederiksen hevði gjørt, um hon kom í somu støðu sum Bárður Nielsen, nú ein landsstýrismaður vísir sítt misálit á koppsetingarpolitikkin hjá landsstýrinum.
– Ein slíkur ráðharri hevði verið verið nær við eina uppsøgn. Kanska hevði hann verið frákoyrdur ella biðin um at lagt frá sær, tá hann eftir øllum at døma ikki hevði havt álit á politikkin hjá stjórnini, sigur Hans Engell.
– Tað er politikkurin hjá stjórnini, at allir danir skulu koppsetast. Men dentur verður samstundis lagdur á, at tað er frítt hjá fólki at velja, sigur hann.
Hann heldur tað tí vera eitt sindur trupult við ráðharrum – og tað hevði verið funnist at, um koppsetingin var einasta orsøk til at koyra ein ráðharra.
– Hinvegin hongur øll koppsetingarætlanin uppá, at fólkið letur seg koppseta – og tað hongur aftur uppá, at trúvirði hjá koppingarevninum er 100 prosent. Tað er jú tí, at danska heilsustýrið hevur slept AstraZeneca og Johnson & Johnseon sum partur av hópkoppsetingarætlanini, vísir Hans Engell á.
– Men tey bæði koppingarevnini eru tó ikki bannað, um fólk sjálvi fáa lækna sín at koppseta tey við hesum koppingarevni.
– Men um tú sum ráðharri ikki hevur álit á heilsuskipan okkara og vísir tað alment, vildi eg hildið, at Mette Frederiksen hevði biðið viðkomandi lagt frá sær. Vantandi koppseting gevur øktan smittuvanda – og tað ber ikki til at hava ein ráðharra við stjórnarborðið, sum ikki er koppsettur, um øll onnur eru tað, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark.