Hesar tríggjar damurnar, sum allar eru av Skálafjørðinum, eru á veg í dans í stóra tjaldinum á Mýruni í Nólsoy, nú ovastevna er.
Damurnar eru, fv. Charlotta, Astrid og Beinta, og tær hava - um vit so kunnu siga - latið seg í eftir veðrinum.
Í løtuni er turt í Nólsoy, og veðrið er milt og gott. Men, tá hesar damurnar fóru í dans, regnaði illa, men regnið er nú hasað av aftur.
Í Nólsoy siga stevnufyrireikararnir, at tey vænta eitt gott dansikvøld við nógvum fólki, og tey vænta eisini, at nógv fólk fer at koma út um fjørðin við Ternuni, sum náttin gongur.