Í desember letur heimið seg so líðandi í jólaham

- Vit royna at hugsa stuttflutt og um føroyska framleiðslu í jólagávukeypi, men góðska og hugflog fylla mest, sigur Óluva Klettskarð

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?  

 

- Mær dámar ógvuliga væl jólahøgtíðina. Eg fyrireiki og hugni allan jólamánaðin. Tað er bara um jólahøgtíðina, at alt heimið er ruddað og skínur, so eg havi nógv at gera.

 

Tað sigur Óluva Klettskarð.

 

- Tað skal bakast, kókast og vaskast, og ikki minst dámar mær væl at ganga til handils hesar dagar og njóta øll tey góðu tiltøkini. Tað ræður um at uppliva tíðina heldur enn at hugsa og stúra.

 

Hevur tú pyntað til jóla og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

 

- Eg havi ikki pyntað enn, tí eg stríðist hvørt ár við at halda gamlan sið og pynta til 1. sunnudag í advent.

 

Óluva Klettskarð sigur, at henni dámar einki, at november so smátt er blivin jólamánaður eisini.

 

- Men í ár eru bert tríggir sunnudagar í advent, tí jólaaftan er fjórði sunnudagurin. So eg vænti, eg fari nakrar dagar fyrr eftir adventskransinum.

 

Hon sigur, at vanliga pyntar hon nógv.

 

- Fyrst er tað bara adventsprýði, men í jólamánaðinum letur heimið seg so líðandi í jólaham, bæði úti og inni.

 

Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?  

 

- Jólatræið verður pyntað til tollaksmessudag. Tá kemur familjan til døgurða um kvøldið, og vit fáa ræstan fisk og sperðil. Ikki talan um, at eg fái mær eitt træ úr plasti! Eg vil hava jólaanga í stovuna, og træið verður ongantíð ov stórt.

 

Óluva Klettskarð sigur, at hon hvørt ár lovar sær sjálvari at velja eitt sámiligari træ, men tað eydnast ikki.

 

- Træið verður pyntað við øllum tí prýði, sum eg havi savnað, sum børnini hava gjørt, og sum eg hvørt ár havi heim við mær úr útlondum. Tað nýggjasta er ein jólakúla av griksku oynni, Kreta.

 

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

 

- Tað verður til alt ov nógvar jólagávur, men tað er so stuttligt at gleðast um jólini og geva tínum eina gávu. So eg havi ikki hug at leggja tað av.

 

Og Óluva Klettskarð leggur aftrat.

 

- Øll systkinabørnini hjá børnum okkara og børn teirra fáa jólagávu. Vit royna at hugsa stuttflutt og um føroyska framleiðslu í gávukeypi, men góðska og hugflog fylla mest.

 

 

 

Myndatekstur: (Óluva Klettskarð... )

 

 

 

- Mær dámar ógvuliga væl jólahøgtíðina. Eg fyrireiki og hugni allan jólamánaðin, men mær dámar einki, at november so smátt er blivin jólamánaður eisini, sigur Óluva Klettskarð