Stór uppgáva bíðar Mattiasi og liðfeløgunum í Silkeborg

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum skal í kvøld spæla fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge, Fredericia er millum tey fýra liðini sum hava vunnið seg í hálvfinalurnar í donsku steypakappingini.

 

Fredericia úr næstbestu donsku fótbóltsdeildini er einasta liðið í hálvfinalunum, ið ikki spælir í superliguni.

 

Hini trý liðini eru FC Nordsjælland, AGF og Silkeborg.

 

Í kvøld klokkan 18 verður higartil størsta uppgávan hjá Mattiasi í donskum fótbólti. Tá spælir Fredericia fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini móti Silkeborg á útivølli. 

 

Seinna hálvfinalan verður leikt í Fredericia, hósdagin 11. apríl klokkan 17.