Í minsta lagi fimm fólk lótu lív í Moskva

Seinnapartin í dag kom eldur í ein stóran goymslubygning við eina jarnbreytarstøð í Moskva.

Í minsta lagi fimm fólk lótu lív seinnapartin í dag, tá eldur kom í ein stóran goymslubygning við eina av stóru jarnbreytarstøðunum í Moskva.

 

Tjúkkur, svartur roykur stóð upp úr bygninginum við Komsomolskaja-plássið, haðani tok koyra til St. Pætursborg, Kazan og Vladivostok. 

 

Sambært tíðindastovuni Tass var talan um ein goymslubygning í tveimum hæddum, ið varð brúktur sum blómugoymsla.

 

Tríggjar tyrlur og 80 sløkkiliðsfólk vóru við í arbeiðnum at basa eldinum.

 

Tíðindastovan Tass veit at siga, at fimm fólk hava latið lív, og haraftrat er eitt fólk ikki komið afturíaftur. Sjey fólk sluppu út úr bygninginum á lívi.

 

- Fyribilskanningar benda á, at tað var ein el-feilur, sum var orsøkin til, at eldur kom í. Eldurin varð sløktur, sum kvøldið leið, verður lagt aftrat.

 

Sambært tíðindastovuni RIA Novosti upplýsir russiska jarnbreytarfelagið RZD, at eldurin hevur ikki tarnað tokferðsluni á jarnbreytarstøðunum í Moskva.