Í nátt var ikki loyvt at dansa

Men kortini vóru nógv fólk í býum – og ein endaði í brummuni hjá løgregluni

Sambært løgregluni var fitt av fólki í býnum í Havn í nátt, hóast talan var um páskanátt, tá tað ikki er loyvt at dansa. Løgreglan var runt og kannaði dansistøð, og onkustaðni varð átalað, at tónleikurin var ov harður til eina páskanátt.

Ein persónur var handtikin og settur í brummuna eina løtu, tí hann uppførdi seg keðiliga í býnum. Hann var skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglanar og fær bót fyri tað.

Tann sera gamla halgidagslógin sigur, at eftir midnátt skal vera friður. Tá skal ikki dansast og ikki spælast harður tónleikur. Tað verður tulkað soleiðis nú á døgum, at skeinkistøð og dansistøð kunnu hava opið, men tað er ikki loyvt at fara upp á gólv ella at dansa. Tað skal heldur ikki spælast harður tónleikur. Men tað verðu góðtikið, at tónleikur verður spældur friðarligar, og at fólk kunnu práta og hugna sær – og tað er loyvt at skeinkja.