Fráboðanin um innbrotið kom klokkan knapt hálvgunn tvey í nátt.
Ein rútur bleiv knústur, og tveir persónar fóru inn í handilin. Har fóru teir so avstað við pengunum, greiðir vakthavandi hjá løgregluni frá.
Onkur í nærumhvørvinum var uppmerksamur og meldaði innbrotstjóvarnar. Hesir grannarnir høvdu ikki sæð sjálva innbrotið, men høvdu sæð persónarnar farið avstað við pengunum.
Løgreglan fór so at kanna málið, og tá tey fingu fatur á teimum, viðgingu tjóvarnir, at teir høvdu brotið inn.
Í øllum førum meginparturin av pengunum er komin afturíaftur, men løgreglan útilokar ikki møguleikan, at okkurt er eftir, og tí skal nú finnast útav, hvussu nógvir pengar vórðu tiknir íalt.
– Vit eru í ferð við at kanna málið, so nú skulu vit finna fram til hvat og hvussu. Meira fái eg ikki sagt beint nú.
Tað er ógvuliga sjáldan, at innbrot eru í Føroyum.
– Tíbetur. Teir flestu handlarnir hava eftir hondini alarmar. Hesin hevði eisini alarm, men ikki akkurát har, sum brotið bleiv inn, sigur vaktleiðarin.