Í Norðragøtu hevur Eysturkommuna eina nýggja útstykking við 27 grundstykkjum, og her eru bert fá grundstykki eftir. Vegur og íbindingar liggja til grundstykkini, sum verða seld óplanerað. Fermetraprísurin er 150 krónur, og tá stykkini vanliga liggja um einar 500 fermetrar, er skjótt at rokna út, at grundstykkini teljast millum tey bíligastu í landinum.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu sæst, hvørji grundstykki eru tøk í kommununi. Her sæst eisini, hvør prísurin er, og hvørjar treytirnar aftan fyri keyp av grundstykkjum eru. Í kommununi royna tey at praktisera regluna um, at fólk, sum keypa sær kommunal grundstykki, skulu halda seg til tær treytir, ið eru galdandi.
Reglurnar eru, at eingin kann liggja á kommunalum grundstykkjum í fleiri ár uttan at byggja. Um so er, mugu tey latast kommununi aftur.
- Vit senda skriv út regluliga og minna á hesar treytir, sigur borgarstjórin, Per Martin Gregersen.
Umframt verandi útstykking Í Norðragøtu við 27 grundstykkjum, fyriliggur eisini bæði eitt 2. og 3. byggistig til útstykking, harav 2. byggistig fevnir um 26 grundstykki.
- Tekningar eru gjørdar til 2. byggistig, men hvørki 2. ella 3. byggistig eru projekterað, og kommunan eigur ikki lendið til 3. byggistig, sigur borgarstjórin.
Í vár samtykti býráðið í Eysturkommunu eisini at seta gongd á víðari útstykking í Fløtugerði í Leirvík. Teknistovan í Gøtu gjørdi eitt uppskot, og eftir at arbeiðið hevur verið útboðið, var lisitatión fyrr í heyst. Trý tilboð komu inn upp á at gera vegin, og býráðið valdi at taka av tí lægsta, sum var frá Articon.
Tá arbeiðið hjá Articon verður liðugt, standa 16 nýggj grundstykki í Leirvík, samstundis sum eitt øki verður tøkt til íbúðarbygging. Íbúðarverkætlanin er ikki boðin út enn. Vegurin til økið, har íbúðarbyggingin verður, verður gjørdur klárur skjótt, so kommunan kann bjóða verkætlanina út.
- Parturin av útstykkingini, sum fer til íbúðarbygging, verður einar 4000 fermetrar, og her verður pláss fyri fleiri íbúðum - alt eftir, hvussu verkætlanin verður teknað. Arkitektar duga væl at síggja loysnir, og tí verður spennandi at síggja, hvat fer at koma burtur úr hesum í Leirvík, heldur Per Martin Gregersen.
Býráðið ynskir eina loysn, sum fellir væl inn í lendið og saman við restini av útstykkingini í Leirvík annars.
Í 2019 vórðu eisini 18 grundstykki klár at selja í Leirvík, og her standa fleiri hús í gerð. Fólk leggjast støðugt aftrat í bygdunum í Eysturkommunu, og fólkatalið í kommununi er vaksin við umleið 10 prosentum seinastu fimm árini.
Fyrst í hesum árinum samtykti býráðið í Eysturkommunu at bjóða út eitt øki til íbúðarbygging í Norðragøtu. Tvey uppskot komu inn, og tíðliga í summar tók býráðið av øðrum uppskotinum eftir tilmæli frá einari dómsnevnd. Talan er um eina verkætlan, sum feløgini, P/F Varðin, P/F Búsetur, Bústaðir og Sp/f Henning Larsen Arkitektar, standa aftanfyri.
##med2##
Byggingin snýr seg um tilsamans 34 búeindir, harav 28 verða leiguíbúðir, og seks verða lutaíbúðir. Økið, har íbúðirnar skulu byggjast, liggur væl fyri ovarlaga í bygdini og beint norðan fyri eldrasambýlið Gøtubrá. Sambært tíðarætlanini verður farið í gongd við at byggja í vetur, og ætlandi verður klárt at flyta inn fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023.
Í Eysturkommunu eru tey áhugað í, at nakrar av íbúðunum, sum eru meira býlingskendar enn blokkar, verða knýttar til eldraøkið.
Í Syðrugøtu hevur nógv verið bygt í fleiri ár, og her er einki grundstykki tøkt í løtuni, tó at her hava nýliga verið útstykkingar. Per Martin Gregersen sigur, at eisini í Syðrugøtu verður farið undir eina tilgongd at tekna og projektera, og dreymurin er, at kommunan í øllum førum í 2023 kann seta hol á eina nýggja útstykking í Syðrugøtu.