Í summar verða 34 nýggjar íbúðir lidnar

Leigan verður 4000 – 6000 krónur um mánaðin, umframt ljós og varma

Arbeiðið at byggja 22 leiguíbúðir á Óðinshædd í Havn, gongur so mikið fram á, at í hesum døgum verða tær reistar.

 

Bústaðir, sum byggja íbúðirnar, siga, at seinnapartin í gjár vórðu sjey tær seinastu íbúðurnar reistar.  

 

Í juni mánað í ár vórðu eisini 12 leiguíbúðir á Skansanum reistar, og sostatt eru 34 leiguíbúðir reistar í Havn í ár. Báðar verkætlanirnar verða væntandi lidnar í summar.


 
Veðrið hevur ikki verið til vildar og tískil eru íbúðurnar á Óðinshædd nakað seinkaðar, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan, sigur Bústaðir.
 


Íbúðirnar eru til fólk í øllum aldri, og tí eru tær ymiskar í stødd og sniði og parkeringsviðurskiftini verða góð, tí 33 parkeringspláss eru uttanfyri

 
Íbúðirnar verða frá 54 til 86 fermetrar og harafturat hoyrir eitt uttandura goymslurúm á tríggjar fermetrar til hvørja íbúð. Tað er royndi arkitekturin, Palli Gregoriussen, sum hevur teknað tær, og høvuðsarbeiðstøkuna hevur Sp/f Bulur í Kollafirði.



Væntandi verða íbúðirnar á Óðinshædd endaliga lidnar komandi summar, og hareftir bjóðaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum. 
Leiguprísirnir verða væntandi frá 4.000 til 6.000 kr um mánaðin umframt ljós og hita.