IA missir tingkvinnu

Naaja Nathanielsen, fíggjarpolitiskur talsmaður hjá grønlendska flokkinum, Inuit Ataqatigiit, heldur fram í landstinginum sum leysgangari.

Orsøkin til, at Naaja Nathanielsen hevur tikið seg úr Inuit Ataqatigiit, er, at hon kennir seg noydda at taka avleiðingarnar av, at hon á fleiri økjum, sum hava týdning fyri seg, gongur aðrar leiðir enn flokkurin.

Eitt nú hevur hon tikið frástøðu frá uppskotinum, IA-formaðurin, Sara Olsvig, setti fram á nýggjárinum um eina árliga skerjing av danka blokkstudninginum upp á 10 milliónir krónur.

Men eisini ynskir Naaja Nathanielsen eina uppgerð við tað, hon kallar eina spírandi nationalismu í grønlendska samfelagnum, og tað hevur elvt til, at hon er komin við einum ítøkiligum uppskoti, sum snýr seg um at fáa flóttafólk til Grønlands.

Sjálvbjargni krevur ábyrgd

- Eg skjóti upp, at Grønland fer undir tingingar við Danmark um, at næstu trý árini skal Grønland kunna taka ímóti seks kvotu-flóttafólkum, sigur hon við grønlendska kringvarpið, KNR.

- Tað kunnu vit saktans gera, tí um vit ynskja at standa á egnum beinum, mugu vit eisini taka ta ábyrgd, ið fylgir við tí. Tað fevnir millum annað um at vera við til at loysa tær upgávur, altjóða samfelagið hevur, sigur Naaja Nathanielsen.

Hon fer at halda fram sum leysgangari restina av vársetuni, fyri síðani at taka seg heilt úr politikki, og tá fellur tingsessur hennara aftur til Inuit Ataqatigiit.