IA og Naleraq vunnu fólkatingssessirnar í Grønlandi

Hvørki IA ella Naleraq vilja avdúka, hvønn tey peika á til forsætisráðharra.

Grønlendskir veljarar hava eisini greitt atkvøðu á fólkatingsvalinum týsdagin, og mikunáttina er greitt, at flokkarnir IA og Naleraq vinna teir báðar grønlendsku fólkatingssessirnar. - Mynd: Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix

Flokkarnir Inuit Ataqatigiit (IA) og Naleraq fáa teir báðar grønlendsku fólkatingssessirnar.

 

Tað vísir endaliga úrslitið úr Grønlandi sambært grønlendsku miðlunum KNR og Sermitsiaq.

 

Teir báðir fólkatingslimirnir verða Qarsoq Høegh-Dam úr Naleraq og Naaja H. Nathanielsen úr IA.

 

Sambært Sermitsiaq er Qarsoq Høegh-Dam vorðin stóri atkvøðutakarin á valinum. Hann fekk 4.615 persónligar atkvøður, meðan Naaja H. Nathanielsen, sum er landsstýriskvinna í ídnaðar-, rávøru-, orku-, rættar- og javnstøðumálum, fekk 1.953.

 

Sambært KNR svarar persónliga atkvøðutalið hjá Qarsoq Høegh-Dam til 21,6 prosent av øllum atkvøðunum.

 

Naaja H. Nathanielsen sigur við KNR, at hon er "super glað og stolt, og eg eri so glað fyri, at IA megnar at gerast størsti flokkur aftur".

 

IA er størst við 28,6 prosentum av atkvøðunum, meðan Naleraq fekk 24,6 prosent.

 

Enn er óvist, um teir báðir tinglimirnir enda í reyða ella bláa veingi.

 

Naleraq hevur ikki viljað sagt, hvønn tey peika á sum forsætisráðharri. Og Naaja H. Nathanielsen fer ikki at avdúka fyri DR, sum er til staðar í valveitsluni hjá IA, hvønn hon helst vil hava.

 

– Tað fara vit at fáast við seinni, sigur hon við fjølmiðlarnar.

 

Við Sermitsiaq sigur Qarsoq Høegh-Dam, at hann er til reiðar at fara í arbeiðsklæðini.

 

– Nú snýr tað seg um at koma í gongd við arbeiðið. Eg ætli mær at fara sum skjótast til Danmarkar, soleiðis at eg kann taka lut á fundunum har, sigur hann.

 

Siumut, sum stóra afturgongd á valinum, misti ein av sínum sessum í valskeiðinum, tá Aki-Mathilda Høegh-Dam, sum er systir Qarsoq Høegh-Dam, skifti frá Siumut til Naleraq.

 

Á valinum hesaferð er tað fyrstu ferð, at Naleraq hevur tinglim í fólkatinginum.

 

Síðan fólkatingsvalið í 2001 hava IA og Siumut havt teir báðar grønlendsku fólkatingssessirnar.

 

Grønlendska valheimasíðan vísir, at afturgongdin hjá Siumut er heili 21,3 prosentstig, og hevur flokkurin nú 16,4 prosent av atkvøðunum.

 

Teir báðir nýggju fólkatingslimirnir koma í staðin fyri Aki-Mathildu Høegh-Dam og Aaja Chemnitz Larsen.

 

 

 

/Ritzau/

 

Grønlendskir veljarar hava eisini greitt atkvøðu á fólkatingsvalinum týsdagin, og mikunáttina er greitt, at flokkarnir IA og Naleraq vinna teir báðar grønlendsku fólkatingssessirnar. - Mynd: Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix