Nógv nýtt er bygt í Sandavági seinastu 20 árini, eftir at Vágatunnilin lat upp, har ein nýggjur býlingur er komin norðuri í Sørpum.
Lægsta íbúgvaratalið í Sandavági í nýggjari tíð var í 1997, tá tað búðu 662 fólk í Sandavági. Síðan tá hevur verið ein javnur fólkavøkstur fram til 2008, tá íbúgvaratalið kom upp á 800 borgarar.
Uppá 10 ár, frá 2008 og fram til 2018, vaks fólkatalið við 100 fólkum, og kom tá uppá 900 fólk. Men seinastu 4 árini er vøksturin frá 2018 til 2022 eisini vaksin við gott 100 borgarum, soleiðis at pr. 9. september 2022 er talið komið uppá 1003 borgarar. Sostatt hava ongantíð búð so nógv fólk í Sandavági, sum tað gera í dag.
Tilsamans búgva 2177 fólk í Vága kommunu (Talið er frá juli 2022), sum telur bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág, og er fimt størsta kommunan í landinum.
(Innsent tilfar frá Vága kommunu)