Støðan í Føroyum er nú aftur tann, at vit hava monopol innan flogferðslu. FaroeJet er farið í gjaldssteðg, og Atlantsflog er aftur einasti møguleiki hjá føroyingum at sleppa av oyggjunum loftvegis.
Monopolstøða
Nógv harmast um monopolstøðuna og vilja fegin hava kapping á økinum. Spurningurin er so, um nakað annað felag vil royna seg á Føroyarutuni, tá ið nógv onnur hava roynt seg frammanundan uttan stórvegis eydnu.
Summi hava nevnt Iceland Air sum ein møguleika. Teir eru eitt felag, sum ger seg galdandi uttanfyri íslendsku landoddarnar. Teir fylgja, eins og flestir íslendingar, við altjóðagerðingini og royna marknaðir aðrastaðni.
Sosialurin hevur tí sett seg í samband við Iceland Air og spurt teir, um teir eru áhugaðir í at fara undir rutuflúgving í Føroyum.
Ikki tosað um Føroyar
Vit fingu fatur á Guðjón Arngrimsson, sum er marknaðarleiðari hjá Iceland Air. Hann kundi staðfesta, at teir ikki hava nevnt Føroyar sum ein møguleika. Hann var í roynd og veru als ikki kunnaður um støðuna í Føroyum og hann kendi als ikki felagið FaroeJet.
- Vit hava ikki tosað um marknaðin í Føroyum. Vit eru sjálvandi altíð áhugaðir í at vaksa um okkara virksemi, og vit vilja fegin troyta allar møguleikar. Men marknaðin í Føroyum hava vit als ikki tosað um. Tí kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um føroyska marknaðin, sigur Guðjón og spyr, um tað ikki er Atlantsflog, sum er í stórum trupulleikum.
Óvitandi um støðuna í Føroyum
Gudjón var als ikki kunnaður um nýggju monopol støðuna í Føroyum, og hann kendist als ikki við felagið FaroeJet. Hann helt undirritaða tosað um Atlantsflog, tá ið undirritaði greiddi honum frá einum føroyskum flogfelag, sum er í trupulleikum og er farið í gjaldssteðg. Hetta tí, at hann hevur hoyrt um vanlukkuna hjá Atlantsflog og trupulleikarnar við flapsunum.
Hvør torir?
Tað eru nógvar gitingar um, hvat felag kann koma at geva kapping til Atlantsflog. Tað má framtíðin vísa, um eitt nýtt flogfelag fer undir flúgving á Føroyarutuni.